USA steðgar fígging av gransking í Føroyum

Amerikanskir granskingarstovnar hava fingið boð frá Donald Trump, forseta, um at gevast við at játta útlendskar verkætlanir. Tað hevur millum annað við sær, at kanningar av føroyskum børnum fyri árin av umhvørvisdálking eru í vanda fyri at steðga.

Pál Weihe er takksamur fyri tann dygga stuðulin, hann hevur fingið til sína gransking úr USA. Nú er nýggj stjórn komin til, sum hevur givið boð um, at fígging til gransking í øðrum londum skal steðga.

Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:

 

Stjórnin hjá Donald Trump, forseta í USA, er farin í hernað móti amerikanskum universitetum og granskingarstovnum. Forsetin hevur, síðani hann kom til valdið í januar, sett eina røð av átøkum í verk móti amerikanska granskingarumhvørvinum. Játtanir eru skerdar, fígging av útlendskum verkætlanum er steðgað, og avmarkingar eru settar fyri, hvørji granskingarevnir kunnu fáa stuðul.

 

Herfyri undirskrivaði hann eisini eini forsetaboð um, at politiskt tilnevnd fólk skulu hava umsjón við útbjóðing og góðkenning av granskingarverkætlanum. Hendan uppgávan hevur higartil ligið hjá óheftum serfrøðingum og granskarum.

 

Eftir at Donald Trump tók við sum forseti, eru nógvar granskingardátur og vísindaligar greinir tiknar burtur frá almennum netsíðum. Stórir granskingarstovnar sum Harvard University eru tí farnir undir í staðin at goyma dátur í óheftum goymslum. 

 

Sambært eini kanning hjá viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Nature umhugsa tríggir av fýra amerikanskum granskarum nú at rýma úr USA. Serliga eru tað Evropa og Kanada, ið granskarar í USA vilja flyta til. 

 

Føroyskar kanningar í vanda

 

Átøkini hjá amerikansku stjórnini hava eisini avleiðingar fyri føroyska gransking. Gransking av árini av dálking í havinum á heilsuna hjá føroyingum hevur í stóran mun verið fíggjað úr USA. Hendan fíggingin heldur nú uppat, og verkætlanirnar, sum Pál Weihe, professari, hevur staðið á odda fyri, eru í vanda.

 

Føroyska granskingin av árini av eitrandi evnum í havinum byrjaði í 1986 og hevur fevnt um millum annað kyksilvur, DDT, PCB og PFAS. Blóðroyndir frá barnakonum og nalvastreingjum og regluligar kanningar av yvir 3000 børnum hava staðfest skaðilig árin á m.a. kognitiv evnir, sáðgóðsku og virknað av koppingarevnum.

 

Vísindaligu kanningarnar í Føroyum hava millum annað ført til, at amerikanska umhvørvisstýrið, Environment Protection Agency, hevur sett niður markvirði á dálkandi evnum í drekkivatni.

 

Avgerðin hjá amerikansku stjórnini um at steðga játtanum til verkætlanir uttan fyri USA kemur sera illa við hjá Pál Weihe og hansara starvsfeløgum, sum í heyst eftir ætlan skuldu kalla inn 630 fimm ára gomul børn til heilsukanningar.

 

- Hetta eru børn, sum vit hava kannað við føðing og í 12 mánaðar aldri, og sum vit nú skulu kanna aftur fyri at vita, hvussu menningin hevur verið. Hetta er sætta barnakohortan, ið vit hava fylgt og kannað regluliga, og hetta er tann mest lýtaleysa kohortan, vit hava. Um vit ikki kunnu kanna hesi børnini aftur nú, missa vit virðismikla vitan, sigur Pál Weihe.

 

Kanningarnar av árini av skaðiligum evnum í havinum á føroysk børn hava í stóran mun verið fíggjaðar av Rhode Island University í USA. Universitetið hevur nú givið føroysku granskarunum boð um, at tey ikki longur kunnu fíggja gransking í Føroyum, men Pál Weihe vónar enn, at ein loysn fer at verða funnin.

 

- Kanningarnar, ið skuldu gerast í heyst, eru mettar at kosta 2 mió. kr. Okkara amerikansku samstarvsfelagar royna nú at finna ein hátt at geva okkum pening sum gjald fyri veitingar heldur enn sum fígging. Um tað fer at eydnast, veit eg enn ikki, sigur hann.

 

##med2##

 

Fíggja ikki gransking um ávís evni

 

Eisini Magni Mohr, professari og prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum, hevur merkt avleiðingar av broyttu støðuni í USA. Ein stór umsókn hjá honum í samstarvi við amerikanskar granskarar fekk fyri stuttum noktandi svar, hóast hon varð mett at vera stuðulsverd.

 

- Umsóknin snúði seg um heilsustøðuna hjá kvinnum í sambandi við venjing og heilivág. Mann hevur hoyrt útmeldingar frá amerikansku stjórnin um, at gransking um ávís evnir, ið hava við kyn at gera, skal steðga. Hetta kundi verið orsøkin til, at vit ikki fingu fígging, sigur hann.

 

Magni Mohr var tíðliga í summar á eini medisinskari ráðstevnu í Atlanta í amerikanska statinum Georgia. Ráðstevnan var týðiliga merkt av broyttu støðuni í USA.

 

- Hetta er ein ráðstevna, sum vanliga hevur 10.000 luttakarar úr øllum heiminum. Í  ár vóru nógv færri luttakarar og væl færri evropearar, enn vanligt er. Nógvir av teimum bestu granskarunum í heiminum eru úr Evropa, og tá teir møguliga velja at halda seg burtur, gongur tað eisini út yvir dygdina á slíkum ráðstevnum, sigur hann.

 

Fleiri granskarar, ið hann hitti á ráðstevnuni, vóru ørkymlaðir av óvissu støðuni, sum granskingin er komin í. Serliga av óvissuni.

 

- Tey, eg tosaði við, merktu enn ikki so nógv til avleiðingarnar av átøkum hjá stjórnini, men ótryggleikin um, hvat fer at henda, er stórur. Tað kann tykjast, sum vit í Evropa leika meira í um hetta enn tey, sum eru í USA. Eg meti, at tað er sera umráðandi, at tosa við fólk, sum eru í amerikanska granskingarumhvørvinum, og ikki bert meta um støðuna  við at lesa tað sum sosialir miðlar ella ávísir miðlar koma við.   

 

- Fyri mær sær tað næstan út til, at amerikanska stjórnin kemur við ógvisligum útsagnum, ið fær alt upp at leika, men higartil hevur nógv bert verið retorikkur. Møguliga roynir mann at markera seg mótvegis sínum veljarum við at látast sum, um mann fer í kríggj móti universitetunum. Men ein vandi við tí er eisini, at tað gevur øðrum uppaftur meira radikalum politikarum og persónum frítt spæl, sigur Magni Mohr.

 

Mugu leita aðrar vegir

 

Danski miðilin Videnskab.dk hevur talt saman, at í minsta lagi 21 danskar granskingarverkætlanir hava mist stuðul úr USA fyri umleið 30 mió. kr.

 

Philippe Grandjean, professari á Syddansk Universitet, sum í nógv ár hevur samstarvað við Pál Weihe um umhvørvisgransking, hevur mist tvær játtanir úr USA, eftir at amerikansku universitetini fingu boð um ikki at senda pengar til gransking uttanfyri USA.

 

Hann hevur granskað á fleiri amerikanskum universitetum, men hevur nú flutt gransking sína úr USA til Syddansk Universitet. 

 

Philippe Grandjean sigur við netmiðilin Fagpressen.eu, at amerikanski granskingarbygnaðurin er í vanda, og líkt er til, at støðan fer at versna.

 

Hann heitir á Danmarks Frie Forskningsråd um at kanna, hvussu nógvar danskar granskingarverkætlanir eru raktar av gongdini í USA, og síðani taka stig til at hjálpa hesum verkætlanum.

 

Pál Weihe er samdur við danska professaran í, at støðan er hættislig, og hann heldur eisini, at føroyskir myndugleikar nú eiga at taka ábyrgd av granskingarverkætlanum, ið brádliga eru komnar í óføri av amerikanska politikkinum.

 

Kortleggja vandar fyri gransking

 

Norðurlendsku ráðharrarnir í granskingarmálum samdust á einum fundi í vár um at standa saman um at verja granskingarfrælsið, nú støðan hjá USA mótvegis gransking broytist. Eisini Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í granskingarmálum, luttók á hesum fundinum.

 

Ráðharrarnir stúra millum annað fyri, at norðurlendskir granskarar kunnu missa atgongd til stórar goymslur av granskingardátum, sum eru goymdar í USA.

 

Fleiri føroyskir granskingarstovnar samstarva við USA um verkætlanir og útgávu av vísindaligum greinum og deila dátur í amerikanskum dátugrunnum.

 

Á føroyska vísindaportalinum Pure.fo eru fleiri enn 160 greinar við føroyskum granskarum, ið eru givnar út í amerikanskum tíðarritum. 

 

 

 

Pál Weihe er takksamur fyri tann dygga stuðulin, hann hevur fingið til sína gransking úr USA. Nú er nýggj stjórn komin til, sum hevur givið boð um, at fígging til gransking í øðrum londum skal steðga.

Amerikanski forsetin hevur sett í verk eina røð av átøkum móti amerikanskum universitetum. Serliga Harvard University, ið er millum hægst mettu universitetini í heiminum, hevur fingið knívin á barkan.