Ein donsk kvinna er dømd treytaða fongsulsrevsing fyri at hava víst sín stuðul til Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í 2023.
Eftir eina kæru, hevur Vestari Landsrættur í Danmark hert dómin hjá kvinnuni úr 40 upp í 60 dagar treytaða fongsulsrevsing.
Tað var á Facebook, at kvinnan - eftir Hamas-álopið á Ísrael - hevði skrivað "Bestu tíðindi at vakna upp til" og hevði pyntað tekstin við fimm palestinskum fløggum.
- Um tað eri eg, sum havi skrivað hetta, so má tað vera tí, at eg gjarna vil verja palestinska fólkið - ikki sjálvt álopið, segði kvinnan, tá málið var fyri í býarrættinum.
Hetta skrivar danska Tv2.
Ein av dómarunum í landsrættinum atkvøddi fyri, at kvinnan, sum hevur palestinsk foreldur, skuldi frídømast, veit danska sjónvarpsrásin at siga.
Áður er ein 29 ára gamal maður í Danmark dømdur í 45 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava skrivað á Facebook, at hann hátíðarhelt 7. oktober, sum um at hetta vóru jól.