Vit fara inn í nýggju tíðina í blindum

Vitlíki kemur buldrandi inn á okkum og fer at kollvelta samfelagið. Men føroyingar eru alt annað enn til reiðar at møta nýggju tøknini.

Framtíðin pikkar á dyrnar, men Føroyar eru ikki til reiðar at taka ímóti henni.

Gunnleygur Clementsen, el-verkfrøðingur við serkunnleika til vitlíki, er farin undir at gera leiðbeiningar til ávísar starvsbólkar um, hvussu vitlíki kann hjálpa teimum í dagliga arbeiðnum.

 

 

 

Næstan 300 lærarar í miðnámi og hægri útbúgving í Føroyum vóru í fjør heyst savnaðir á eini verkstovu um vitlíki, sum í løtuni floymir inn yvir okkum og letur upp fyri nýggjum møguleikum, ið tey fægstu nakrantíð høvdu droymt um.

 

Á verkstovuni kom fram, at 70 prosent av lærararunum ongantíð høvdu roynt at brúkt vitlíkisamboð sum ChatGPT.

 

Ein líknandi kanning í  Bretlandi í fjør vísti, at 51 prosent av lærarunum har longu brúktu vitlíkisamboð í undirvísingini, og at hetta talið var tvífaldað í mun til árið fyri.

 

Fyri Gunnleyg Clementsen, el-verkfrøðing við serkunnleika til vitlíki, eru hesi tøl eitt greitt tekin um, at føroyska samfelagið er langt aftanfyri flestu londini á okkara leiðum, tá tað snýr seg um at brúka nýggju møguleikarnar, ið vitlíki hevur at bjóða.

 

- Vitlíkisamboð sum ChatGPT eru lætt atkomilig og verða nógv brúkt altjóða. Tey kunnu vera til stórt gagn á fleiri arbeiðsplássum, men verða kortini lítið brúkt í Føroyum. Serliga á arbeiðsplássum, ið hava starvsfólk, sum sjáldan sita við telduna, høvdu tey kunnað verið ein stór hjálp, sigur hann.

 

Gunnleygur hevur nú fingið stuðul frá Granskingarráðnum til at gera leiðbeiningar til ymiskar starvsbólkar, ið ikki eru vanir at brúka teldu í sínum arbeiði.   

 

- Á arbeiðsplássum, ið hava nógv starvsfólk, sum gera handaligt arbeiði, kann vinningurin av at brúka vitlíkisamboð verða risastórur. Um 2000 námsfrøðingar til dømis spara bara 10 minuttir um dagin hvør, fer tað at geva umleið 80.000 tímar eyka um árið, sum tey kunnu brúka saman við børnunum, sigur hann.

 

Sálarfrøði og tøkni

 

Tá Gunnleygur skuldi velja sær starvsleið, var tað sálarfrøði, ið stóð ovast á ynskilistanum. Tann ætlanin varð av ongum, og hann fór í staðin at lesa el-verkfrøði á Danmarks Tekniske Universitet. Tað vísti seg tó skjótt, at sálarfrøði og tøkni ikki lógu so fjart frá hvørjum øðrum.

 

- Einaferð langt áðrenn vitlíki kom fram, skrivaði eg eitt handrit til ein stuttfilm um eina maskinu, ið var blivin so klók, at tá hon steðgaði upp, so var tað ikki ein mekanikari, men ein sálarfrøðingur, ið varð tilkallaður, sum kundi tosa við hana um, hvat ið henni feilti. Hetta var bert heilaspuni tá, men nú kann eg væl hugsa mær, at tað fer at gerast veruleiki, sigur hann.

 

Meðan Gunnleygur las í Keypmannahavn, byrjaði vitlíki – á enskum Artificial Intelligence – at taka skap. Tað kveikti hansara áhuga frá fyrsta degi.

 

- Tá vitlíki veruliga byrjaði at rigga, og teldurnar fóru at hugsa sum fólk, so runnu míni áhugamál fyri sálarfrøði og tøkni saman, sigur Gunnleygur. 

 

Hann fylgdi neyvt við menningini av nýggju tøknini og var skjótur at taka nýggju amboðini í brúk.

 

- Fyri umleið átta árum síðani var vitlíki enn á tí støði, at tað lærdi seg at síggja mun á eini kettu og einum hundi. Fleiri serfrøðingar hildu, at tað fór ongantíð at bera til, men tað riggaði. Tað var ótrúligt at síggja alt tað, sum hendi. Men at menningin fór at ganga so skjótt, og at vitlíki fór at kunna so nógv, sum tað kann í dag, tað hevði eg ongantíð gitt, sigur hann.

 

Arbeiðspláss nýta ikki vitlíki

 

Gunnleygur starvaðist í nøkur ár eftir loknan lesnað sum verkfrøðingur í eini danskari fyritøku. Tá vitlíkismyndilin ChatGPT kom fram fyri trimum árum síðani, var hann tann fyrsti at taka hesa nýggju tøknina í nýtslu á arbeiðsplássinum.

 

- Tá hevði eg longu spælt við amboðið, sum liggur undir ChatGPT, og eg visti, hvat tað kundi. Fýra dagar eftir at ChatGPT kom út, fór eg undir at brúka tað á arbeiðsplássinum. Eg sá beinanvegin, at teldan kundi loysa uppgávur á ein heilt nýggjan hátt.

 

Síðani er Gunnleygur fluttur heim aftur til Føroya og hevur stovnað egna fyritøku, ið veitir føroyskum stovnum og fyritøkum førleikamenning innan vitlíki.

 

- Hóast nógv fólk nú brúka ChatGPT og aðrar sonevndar málmyndlar í gerandisdegnum, eru enn nógvir stovnar og fyritøkur, ið ikki nýta vitlíki sum arbeiðsamboð. Høvuðsorsøkin til tað er helst tað lága arbeiðsloysið í landinum, sum ger, at øll hava so nógv at gera á arbeiðnum, at eingin tíð er til at seta seg inn í nýggja tøkni.  

 

- Men í veruleikanum kann vitlíki loysa ein stóran part av trupulleikunum við manglandi arbeiðsmegi. Vitlíki kann finna nýggjar praktiskar arbeiðshættir, sum gera, at øll arbeiða í miðal 10 prosent meira. Tað er tað sama sum at fáa 10 prosent fleiri arbeiðsfólk, sigur hann.

 

Við vitlíki til arbeiðis

 

Gunnleygur fer nú í samstarvi við Tóra Slættalíð, ið er serfrøðingur í talgildari læring, at gera 6–8 ítøkiligar vegleiðingar, sum skulu vísa starvsfólki í ymsum lyklagreinum í Føroyum, hvussu tey kunnu brúka vitlíkismyndlar sum ChatGPT, Gemini og CoPilot í sínum dagliga arbeiði.  

 

- Tøknin er ikki ring at læra. Tú skrivar menniskjamál, og fyri at fáa sum mest burtur úr samskiftinum plagi eg at mæla fólki til at hugsa um myndilin sum ein persón, tí tá tosar tú meira beinrakið. Men tað hevur samstundis týdning at vita, at hetta er ein persónur, ið  veit øðiliga nógv, men eisini hevur nakrar mennisjansligar veikleikar, tí hann vil so fegin gera teg nøgdan. Um hann ikki veit svarið, vil hann ikki viðganga tað, men finnur heldur uppá okkurt, sigur Gunnleygur.

 

Tað verða serliga stórar starvsbólkar sum lærarar, námsfrøðingar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum fara at fáa leiðbeiningar frá Gunnleygi.

 

- Hetta eru starvsfólk, ið ikki arbeiða nógv við teldum, men sum eg meti kunnu fáa stórt gagn av vitlíki, sigur hann.

 

Leiðbeiningarnar skulu byggja á hundraðtals samrøður við ein stóran hóp av starvsfólki, sum vitlíki fer at gera. Starvsfólkini fáa eitt leinki sendandi og skulu so kjatta við vitlíki um, hvat tey hava tørv á hjálp til, og hvørji hugskot tey hava.

 

- Hetta er ein nýggjur háttur at gera eina slíka granskingarverkætlan, sum eg ikki haldi, at nakar hevur roynt fyrr. At brúka vitlíki til samrøðurnar gevur mær møguleika at fáa eina nógv breiðari og neyvari vitan um, hvat starvsfólkini hava brúk fyri.

 

Kanningin verður gjørd í samstarvi við Pedagogfelagið, og námsfrøðingar verða ein av starvsbólkunum, ið fáa leiðbeiningar.

 

- Leiðbeiningarnar skulu vísa starvsfólkunum, hvussu tey kunnu brúka vitlíkisamboð sum ChatGPT til at loysa uppgávur, spara tíð og gera arbeiðið lættari og stuttligari.

 

- Ein námsfrøðingur kann til dømis brúka vitlíki til at gera eina ætlan fyri dagin. Hann kann fáa hugskot, sum gera, at minni tíð verður brúkt til planlegging og harvið meira tíð á gólvinum saman við børnunum.

 

- Námsfrøðingurin kann til dømis siga við vitlíki, at í dag eru so og so nógv børn á stovninum, tað regnar, tey hava eina rúgvu av vesipappírrullum á stovuni, og tey eru við at læra um sólskipanina. So fær hann uppskot frá vitlíki við støði í hesum um, hvat hann kann gera saman við børnunum.

 

- Hann kann eisini biðja vitlíki gera eina søgu at lesa fyri børnunum, sum snýr seg um okkurt, ið tey hava upplivað ella eru í gongd við at læra.  Ella biðja um uppskot til spøl, ið hóska til júst tey børnini, ið eru á stovuni tann dagin, sigur Gunnleygur.

 

Betri enn kommunulæknin

 

Gunnleygur ivast ikki í, at vitlíki fer at lata upp fyri møguleikum, ið vit enn ikki kunnu ímynda okkum.

 

- Í tí stóru myndini fer nýggja tøknin at hava ómetaliga stórar broytingar við sær. Vitlíki fer at uppfinna nýggjar lutir og amboð fyri okkum og finna nýggjar hættir at lekja sjúkur.

 

- Í londum í Afrika, har nógv fólk ikki hava atgongd til læknar, fara allir skúlar til dømis at kunna taka ein læknamyndil niður á eina bíliga fartelefon. Við at vísa myndlinum eina mynd av einum armi kunnu tey til dømis fáa at vita, at eitt barn hevur eksem og skal smyrja eitt slag av salvu á armin.

 

- Tað fer at gera ómetaliga stóran mun fyri milliardir av fólki, ið fara at fáa eins góða læknahjálp, sum vit fáa í Føroyum í dag frá einum kommunulækna. Og tann næsti læknamyndilin, ið er ávegis, verður helst betri enn ein føroyskur kommunulækni, sigur Gunnleygur.

 

##med2##

 

Óttin fyri vandum

 

Hóast Gunnleygur sær óendaligar møguleikar við vitlíki, sum kunnu gagna heiminum, so er hann eisini tilvitaður um, at vandar kunnu vera við nýggju tøknini.

 

- Ein vandi kann vera, at ein yvirgangsmaður, sum dugir væl at brúka vitlíki, fer at framleiða vandamikil lívfrøðilig vápn ella eitt nýtt virus, sum minnir um korona.

 

Hann heldur kortini ikki, at tílíkir vandar skulu fáa okkum at ræðast vitlíki.

 

- Menniskjur hava altíð havt lyndi til at síggja tað ringa og óttast fyri, hvat kann fara at henda. Hesin óttin stavar frá eini tíð, tá vit livdu í urskógini og skuldu ansa eftir ikki at verða etin av villum djórum, men í dag hava vit einki at koyra hann yvir á. Virðini, ið vit kunnu fáa frá vitlíki, eru túsund ferðir størri enn vandin fyri nøkrum, ið møguliga, men helst ongantíð, fer at henda, sigur hann.

 

Nøkur óttast eisini fyri, er, at vitlíki verður so klókt, at tað fer at taka ræði á menniskjum, sum ikki longur fara at kunna stýra tí. Hesum er Gunnleygur heldur ikki bangin fyri.

 

- Teir vitlíkismyndlar, vit kenna í dag, tykjast ikki at vilja nøkrum nakað ilt. Fyri at vitlíki skal kunna slíta seg leyst frá menniskjum, má tað gerast nógv klókari, og tað sær út sum, at jú klókari myndlarnir verða, jú meira vilja teir menniskjum væl, sigur hann.

 

Hurlut tíð fyri framman

 

Føroyska samfelagið er als ikki til reiðar til stóru broytingarnar, ið vitlíki fer at hava við sær.

 

- Komandi tíðin verður hurlut. Tøknin mennir seg við rúkandi ferð, og tann politiska skipan fer ikki at kunna fylgja við. Okkara skipan byggir á, at vit arbeiða seigliga og hugsa gjølla um allar avgerðir, men tað fer ikki longur at bera til. Summi fara at vera hart ímóti tí, sum hendir, og summi fara at elska tað. Men vit kunnu ikki halda fram við at ignorera tað, sigur Gunnleygur.

 

Vitlíki fer at taka yvir ein stóran part av tí arbeiði, sum fólk hava í dag, og nógv fólk fara at brenna seg av tí, sum fer at henda.

 

- Nøkur fara at koma illa fyri, um tey ikki taka nýggju tøknina til sín. Til dømis fer ein advokatskrivari, sum hevur gjørt eitt arbeiði í 30 ár, ikki at skilja, at ein skúlanæmingur, ið dugir at brúka vitlíki, fer at kunna gera alt tað sama uppá onga tíð, sigur hann.   

 

Vandi er eisini fyri, at føroyska málið verður trokað burtur á arbeiðsmarknaðinum.

 

- Vitlíki er býttari á føroyskum enn á enskum. Við at spyrja á enskum fáa vit betri loysnir, ið kunnu geva fyritøkum størri vinning ella betri viðgerðir á sjúkrahúsunum. Tað verður freistandi hjá nógvum at fara yvir til at samskifta á enskum heldur enn á føroyskum, sigur Gunnleygur.

 

 

##med3##

 

Gunnleygur Clementsen

 

Siglt við trolarum 2006-2007

 

Arbeitt á matstovum og barrum 2007–2010

 

Diplomverkfrøðingur í el á Danmarks Tekniske Universitet (DTU) 2017

 

El-verkfrøðingur á Rosenfelt & West Engineering í Danmark 2017–2023

 

Stovnari og verkætlanarleiðari á Vitlíkisstovuni 2023 –

 

 

Hvat er vitlíki?

 

Vitlíki á enskum Artifical Intelligence - er ein tøkni, ið ger teldur og maskinur førar fyri at útinna uppgávur, ið vanliga krevja menniskjansligt vit. Tað fevnir millum annað um at læra av dátum, skilja mál, kenna myndir aftur, taka avgerðir og tillaga seg til nýggjar støður.

 

Vitlíki verður brúkt á nógvum økjum, m.a. til at:

 

  • Svara spurningum og samskifta
  • Kenna aftur andlit og myndir
  • Gera forsagnir
  • Gera læknaligar diagnosur
  • Seta saman málrættað innihald
  • Automatisera uppgávur

 

 

 

Framtíðin pikkar á dyrnar, men Føroyar eru ikki til reiðar at taka ímóti henni.

Vitlíki dugir væl at gera myndir av íspunnum støðum, sum kunnu tykjast rættiliga veruligar. Her hevur vitlíki ímyndað sær ein føroying, sum roynir at læra seg at brúka vitlíki.

Gunnleygur Clementsen hevur stovnað egna fyritøku, ið skal læra føroyingar at brúka vitlíki.