Føroyska uppsjóvarskipið Næraberg er ávegis til royndarfiskiskap eftir makreli í Grønlandi. Bæði føroyskir og grønlendskir sjómenn skulu verða við Næraberg.
Tá ið Næraberg í gjár skuldu taka grønlendsku menninar umborð uttan fyri 12 fjórðinga markið hjá Íslandi, noktaðu íslendsku myndugleikarnar fyri hesum.
Ósemja millum Ísland og eitt nú Føroyar um makrelfiskiskapin ger, at íslendskir myndugleikar ikki vilja loyva Næraberg til lands, og sambært reiðaranum á Nærabergi, Hanusi Hansen, hevði Næraberg fingið loyvi at sigla inn móti 12 fjórðinga markinum og taka sjómenninar umborð har. Men í gjár noktaðu íslendsku myndugleikarnar fyri hesum.
- Hetta er ein máti hjá íslendingum at gera okkum fortreð. Hetta eru rembingar millum Føroyar og Ísland, sum vit verða fangaðir í, segði Hanus Hansen við Kringvarpið í morgun.
Næraberg er nú ávegis til Eysturgrønlands, har sjómenninir í staðin skulu takast umborð. Teir grønlendsku sjómenninir, sum vóru farnir til Íslands fyri at sleppa umborð á Næraberg, og harvið spara tíð, fara aftur til Grønlands, haðani teir síðani sleppa umborð á Næraberg.
Hanus Hansen sigur við Kringvarpið, at Næraberg verður hálvan annan dag seinkaður til fiskiskap orsaka av hendingini í gjár.