Tað var ein søgulig hending, tá Frans pávi hitti undanmann sín, Benedikt 16., í gjár, tí hetta er fyrstu ferð í meiri enn 600 ár, at tveir pávar hava tosað við hvør annan.
Teir báðir hittust stutt uttan fyri Rom, har pávin hevur summarbústað. Teir fevndu hvør annan, vóru í kapellinum og bóðu og høvdu ein 45 minuttir langan fund, áðrenn teir ótu eina máltíð, sigur talsmaðurin hjá Vatikaninum, Federico Lombardi.
Benedikt 16. kunngjørdi í februar, at hann hevði gjørt av at leggja frá sær, tí heilsan var farin at bila, og tann 13. mars valdu kardinalarnir tann 76 ára gamla argentinska kardinalin Jorge Mario Bergoglio til nýggjan páva.