- Hetta er ein søguligur dagur!

Dagurin í dag er søguligur fyri Intersport Summar Cup, tí fyri fyrstu ferð hevur eitt útlendsk felag teknað seg til Føroya størsta fótbóltstiltak.

Dagurin í dag er søguligur fyri Intersport Summar Cup, tí fyri fyrstu ferð hevur eitt útlendsk felag teknað seg til kappingina, sum er Føroya størsta fótbóltstiltak.

 

Talan er um U15 dreingir hjá norska felagnum Sportsklubben Haugar, ið kemur frá Haugesund. 20 dreingir úr SK Haugar koma til Føroyar í summar, har teir eisini fara leika nakrar vinardystir, áðrenn Intersport Summar Cup 2018 er á skránni.

 

- Tá vit fóru undir at skipa fyri kappingini í 2014, var eitt av langtíðarmálunum, at vit skuldu kunna bjóða útlendskum feløgum hendavegin.

 

Tað sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari. Hann sigur seg vóna, at norska luttøkan verður við til at gera kappingina enn meira áhugaverda hjá føroyskum feløgum.

 

- SK Haugar er vónandi bara tað fyrsta av mongum útlendskum liðum, ið kemur at luttaka í Føroya størsta fótbóltstiltaki, Intersport Summar Cup, leggur hann aftrat.

 

Kappingin hjá U11, U13 og U15 verður í summar skipað yvir tveir dagar. Tá kappingin verður yvir tveir dagar, verður møguleiki hjá liðunum at gista í einum skúla í Tórshavn.

 

- Ætlanin hevur altíð verið, at gisting skuldi gerast ein partur av tiltakinum, so hetta kann gerast eitt stórt fótbóltsvikuskiftið, sigur Andrass Thomsen, sum leggur aftrat, at tey gleða seg nú til stóra fótbóltsvikuskiftið 7. og 8. juli 2018.