info
Ongi úrslit

Hetta er ein skitin óvani

Tað skuldi ikki verið lógligt, heldur løgtingsmaður

Áki Bertholdsen
1. desember 2021 kl. 09:55

Tað er ein skitin óvani, at almennir stovnar, og almenn feløg taka ómaksgjøld fyri líkt og ólíkt. Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á sínum egnu pengum úr bankanum og úr sjálvtøkum. Víst verður á, at bankar taka ómaksgjald fyri at avgreiða viðskiftafólk, samstundis sum at teir lata deildir aftur alla staðni, umframt at sjálvtøkur eisini verða tiknar niður allastaðni.

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at tað er ein skitin óvani, at ómaksgjøld verða krafd fyri líkt og ólíkt. Serliga átalar hann, at almennir stovnar, og almenn partafeløg krevja ómaksgjald frá fólki. Hann vísir á, at koyrir onkur ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og skal hava rokningina sendandi, kostar tað 50 krónur í ómaksgjaldi. Og fer viðkomandi so á eitt posthús at rinda, krevur Posta aftur 50 krónur í ómaksgjaldi fyri tað.

Hann heldur ikki, at hetta skuldi verið lógligt og tí heitir hann á avvarðandi landsstýrisfólk um at taka málið upp. Hann sigur, at tey, sum arbeiða á hesum stovnunum fáa løn, so tað skuldu ikki verið lógligt, at tey eisini leggja ómaksgjald á líkt og ólíkt.

Johan Dahl sigur, at hetta er einki uttan ein fjaldur skattur, sum hesir stovnar leggja á fólk, uttan um politiska myndugleikan. Og hetta er eisini ein keðiligur máti hjá stovnum at útvega sær eyka inntøkur og hetta hoyrir ongastaðni heima, heldur Johan Dahl.

Hann helt eisini, at tað hevði verið áhugavert at kanna, hvussu nógv almennir stovnar, almenn feløg, og onnur undir tí almenna, tóku inn frá fólki í ómaksgjøldum. Hann heldur, at tað er ikki smávegis og tí heldur hann, at tað skuldi verið tikið upp, tí hann heldur, at tað er alt ov lætt, bara at leggja ómaksgjøld á alt møguligt fyri at útvega sær nakrar inntøkur afturat.

Hann leggur afturat, at stórur dentur varð lagdur á at talgilda samfelagið og høvuðsargumentið var, at tað skuldi verea nógv bíligari fyri fólk, tí øll skuldi avgreiða síni viðurskifti sjálvi. Men tíðin hevur víst, at tað gekk akkurát øvugt, tí vit hava ongantíð havt so nógv ómaksgjøld sum nú.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

0 minuttir síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

30 minuttir síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

50 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

1 tími síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

1 tími síðan
Hondbóltur

Gylta bjargaði 45 prosent av málroyndunum tá Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Pætur tryggjaði StÍF javnleik í seinasta sekundinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Pápi krevur svar eftir deyðiligan harðskap – Mette Frederiksen játtar fund

3 tímar síðan
Fótbóltur

Kára og Sara skutu fyrstu málini fyri A-landsliðið

4 tímar síðan
Tíðindi

USA setir revsitiltøk í verk móti Altjóða revsidómstólinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

5 tímar síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

5 tímar síðan