– Hetta er ein svartur fríggjadagur fyri Føroyar.
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri er í døpurhuga, nú Løgtingið enn eina ferð viðger eitt uppskot frá samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Hann sigur, at hetta er ein svartur fríggjadagur, tí hetta fer at fáa víttfevndar avleiðingar fyri samfelagið. Nýggj skipanin skal koma í gildið nýggjárinum og sostatt hevur vinnan eina skiftistíð upp á 23 dagar, staðfestir hann.
Hann heitir á Løgtingið um at beina málið aftur í nevnd, so at tey fáa gjørd eina roynd afturat at fáa fleiri flokkar at taka undir við eini nýggjari skipan. Samstundis fæst høviu til at útgreina, hvussu hendan nýggja skipanin fer at ávirka samfelagið, tí tað er tað í roynd og veru ongin, sum veit við vissu.
Hann heldur, at samgongan hevur ikki gjørt nokk fyri at fáa undirtøku frá andstøðuni fyri fiskivinnunýskipanini, ella eini tjóðarsemju, sum Tjóveldi hevur tosað um.
Men nú eru vit ístaðin komin í eina støðu, har Løgtingið fer at samtykkja fiskivinnunýskipanina við minst møguligum meirilut. Og hann vissar um, at so títt og knapt ein nýggj samgonga kemur til, fer fiskivinnuskipanin aftur at vera broytt.
Hann sigur eisini, at verður hetta samtykt, er tað í øllum førum greitt, at hetta at fáa so stóra ávirkan á Klaksvík, at tað verður neyðugt at endurskoða fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar Býráð.
Samstundis ávarar hann eisini alivinnuna, tí hann ivast ikki í, at hon verður tann næsta vinnan, sum hendan samgongan fer at kollvelta.