Hetta er ein vansi sum vit mugu tosa um

Sølan av elbilum í Føroyum hevur ein stóran vansa við sær, sigur Brandur Sandoy, tingmaður

Hvørja ferð, ein elbilur verður seldur í Føroyum, missur landskassin eina rúgvu av pengum, sum kundi verið brúktur til onnur endamál orkuøkinum, ella til ymsar vælferðartænastur.

 

Tað staðfestir Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Løgtingið umrøður aftur elbilar í morgun, men Brandur Sandoy heldur, at tað er alt for snævurskygd bara at tosa um útlát í hesum sambandi.

 

Hann saknar, at politikarar eisini tosa um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar, tað hevur fyri landskassan, at sp nógvir elbilar verða seldir í Føroyum. Elbilar rinda eingi avgjøld til landskassan og tað kemur heldur einki í landskassan í avgjaldi á olju og bensini.

 

Hvørja ferð ein elbilur verður seldur í Føroyum, missur landskassin einar 130.000 krónur í inntøkum, kanska meiri, alt eftir, hvussu dýrur bilurin er.

 

Samstundis hevur sølan av elbilum rættiliga tikið dik á seg, so bara í ár eru 225 bilar seldir í Føroyum og sostatt hevur landskassin mist einar 30-40 milliónir í avgjøldum, bara í ár.

 

Verður hendan skipanin galdandi í fleiri ár, verður missurin hjá landskassanum nógvar ferðir størri, tí sølan av elbilum vindur nógv upp á seg.

 

Brandur Sandoy heldur, at hetta eigur at vera við í kjakinum um elbilar og tær kundu verið brúktar til ómetaliga nógv í sambandi við at leggja um til grøna orku. Ella tær kundu verið brúktar til vælferðartænastur av ymsum slagi.

 

– Vit mugu ikki skerja inntøkurnar hjá landskassanum so nógv, at vit ikki hava fígging til onnur endamál. Ella mugu vit útvega aðrar inntøkur ístaðin fyri tað, vit missa av elbilunum, sigur tingmaðurin.

 

Men hann ger púra greitt, at tað skulu ikki fleiri gjøld leggjast á vinnuna fyri at fíggja tað, sum landskassin missur av lata fólk fáa bíligar elbilar.

 

Kortini eru tað bara fólk við góðari inntøku, sum hava ráð at keypa elbil, men meiri avsláttur vit geva, meiri penglar mangla í aðrastaðni, heldur tingmaðurin í Sandoynni.

 

Hann heldur, at hinvegin gongd leið er at leggja hægri avgjøld á bensin og diesel – men í longdini er tað eingin loysn, tí tá ið lítið, ella einki er eftir av bensinbilum og dieselbilum, eru eisini tær inntøkurnar burtur.