- Eg kann bara lýsa hetta sum fantastiskt.
So bersøgin er Richard Simpson, ið er komin úr Stórabretlandi til Gøtu at halda festival.
- Hetta kann slettis ikki samanberast við nakað annað. Eg havi so ongantíð verið á festivali fyrr, har tú kemur útum, og so ert tú bókstaviliga í skýggjunum, sigur hann og vísur á allar fjallatindarnar, ið síggjast frá Syðrugøtu.
Føroyingar halda veitslu upp á ein máta, ið onnur ikki gera sgir hann og metir, at innsatsurin í gjár var 110 prosent.
- Tit duga at ballast! Tað var øgiligt í gjár, og eg varð noyddur at fylgja við. Men tað var eitt øgiligt kvøld!
Hetta er fyrstu ferð, at Richard er í Føroyum, og tá spurdur um hann hevði hugsað at komið aftur peikar hann á vinmannin, sum hevði verið her fyrr.
- Spyr hann. Hann hevur verið her fyrr. Hann er aftur her nú, og hann hevði meg við. Hetta er eitt stað, sum mann kemur aftur til.
Stóra kvøldið er í kvøld, og høvuðsnavnið, Fatboy Slim, skal á pallin klokkan 00:30. Richard er tó komin fyri seg frá kvøldinum í gjár, og væntar sær eins nógv í kvøld.
- Í kvøld verður tað so 112 prosent! sigur hann.