- Hetta er eitt óheimilað stríðsstig

- Tað er brot á friðarskylduna og eitt óheimilað stríðsstig at halda seg burtur úr arbeiði á henda hátt, sigur Anita Fuglø, leiðari í KAF.

 

 

 

Málið um dagstovnin Kura í Kollafirði, har øll starvsfólkini í morgun meldaðu seg sjúk, er nú latið KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at hyggja uppá. Tað er KAF, ið umboðar sáttmálaøkið við Føroya Pedagogfelag vegna Tórshavnar kommunu, sum eigur og rekur dagstovnin.

 

Leiðari í KAF er Anita Fuglø, og hon sigur, at tað var í morgun, tey frættu frá Tórshavnar kommunu, at øll starvsfólkini á dagstovninum høvdu meldað seg sjúk. 

 

- Tað er rætt, at sáttmálaskeiðið við Føroya Pedagogfelag er gingið út, men so leingi, sum verkfall ikki er lýst, hava fólk skyldu at vera til arbeiðis - væl at merkja, um tey veruliga ikki eru sjúk. Í skrivinum, sum fyriliggur í málinum, stendur beinleiðis, at tiltakið á stovninum í dag er fyri at vísa á truplu pedagogisku støðuna á dagstovnaøkinum í løtuni og fyri at vísa stuðul til Miðstovnin.

 

Anita Fuglø vísir á, at tað er brot á skylduna hjá starvsfólkunum ikki at møta til arbeiðis, og tað er eisini brot á friðarskylduna og eitt óheimilað stríðsstig at halda seg burtur úr arbeiði.

 

- Nú verður málið fyrst kannað væl og virðiliga, og síðan verður tikið saman um við Tórshavnar kommunu. Eitt slíkt mál kann enda í Fasta Gerðarrættinum, um støða verður tikin til tað, men tað dugi eg ikki at meta um í løtuni.

 

Leiðarin í KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at sjálvandi kann tað vera, at onkur veruliga er sjúkur, men tað er ikki sannlíkt, at øll starvsfólkini á stovninum eru sjúk sama dag.

 

- Hetta verður nú kannað, og so má tíðin vísa, hvat gjørt verður við málið. Spurd, um hon væntar, at arbeiðið á dagstovninum í Kollafirði verður tikið upp aftur fríggjadagin, tá gerandisdagur er aftur, sigur Anita Fuglø, at tað væntar hon, men tað hevur hon sum skilst onga vissu fingið fyri.