Um fyrsta formansrøðan hjá nývalda formanninum hjá Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, ber boð um tað, ið væntast kann, so skal sitandi samgonga vænta, at størsti andstøðuflokkurin hevur fingið ein formann, ið er munandi meira álopssinnaður enn undanfarni formaðurin Kaj Leo Holm Johannesen.
Í røðu sínari gjørdi hann onga roynd at fjala sína misnøgd við sitandi samgongu, men ávaraði fundarfólki um, at støðan er álvarsom.
Hann remsaði upp fleiri punktir, ið eftir hansara tykki, vísti at núverandi landsstýrið við Javnaðarflokkinum á odda, er eitt víðgongt stýri.
- Vit eru uppi ímóti einum fullveldislandsstýri. Hetta er eitt víðgongt stýri.
- Nýggj grundlóg er sett á breddan, og vit síggja, at málið hjá loysingarflokkunum er, at hon skal bróta við verandi felags ríkisgrundlógina. Tað er loysing inn gjøgnum bakdyrnar.
- Fleiri yvirtøkur eru í samgonguskjalinum, og fleiri eru væntandi.
- Ríkisveitingin skal minka í virði.
Serliga var tað Javnaðarflokkurin, ið Bárður á Steig Nielsen metir, hevur svikið síni lyftir, ið stóð fyri skotum.
- Javnaðarflokkurin, sum hevur drigið sambandsfólk til sín undanfarnu tvey valini, er kropin úr haminum. Flokkurin hevur svikið síni lyftir. Áðrenn løgtingsvalið var hann samríkisflokkur – men aftan á valið er hann loysingarflokkur.
- Tað gongur sjón fyri søgn, og eg trúgvi, at tey, sum hava valt Javnaðarflokkin fyri at stuðla einum samríkisflokki, hava fingið nakað álvarsligt at hugsa um, nú tað eru Tjóðveldi og Framsókn, sum svinga politiska taktstokkin í Føroyum.