Hetta er fyrst og fremst fyri at hevna seg

Hetta er bara fyri at gera fortreð, og tað er lítið mansligt, heldur Jógvan Arge, býráðslimur

– Tað er kanska gott, at meirilutin í býráðnum vil lækka kommunuskattin 0,75 prosent, so at hann verður 19 prosent næsta ár.

 

Tað helt Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi, nú býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Samtyktin er tó ikki endalig, tí fíggjarætlanin skal viðgerast og samtykkjast einaferð afturat, áðrenn hon kann setast í gildi.

 

Men hinvegin heldur Jógvan Arge, at tað er minni gott, at tað er fyrst og fremst í hevnisøku, at skatturin er lækkaður, tí at gamli meirilutin hevur mist ræðið í býráðnum.

 

- Tað kann tykjast bæði løgið og meiningsleyst, at eitt fráfarandi býráð, skal áseta inntøkur og útreiðslur hjá einari kommunu, sum onnur skula stýra, heldur Jógvan Arge.

 

Hann er púra samdur við teimum, sum siga, at tá ið fráfarandi meirilutin í býráðnum lækkar skattin, er tað bara fyri at gera fortreð.

 

- Hetta hevur onki við skilagóðan fíggjarpolitikk at gera. Tvørturímóti er beinleiðis avleiðingin, at Tórshavnar kommuna hevur minni at húsast við og fær ikki tikið tey stig fram á leið, sum hon eigur at taka.

 

Jógvan Arge vísir á, at meirlutin hevur onki gjørt fyri at lækka raksturin til tað lægra skattaprosentið.

 

- Hann tekur bara burturav tí, sum var ætlað til íløgur. Og av tí, at als onki er gjørt við at spara í rakstrinum, verða íløgurnar allur buffarin. 

 

Hann vísir á, at samgongan, sum enn situr í býráðnum, hevur alla tíðina lagt seg eftir at hava einar 140 milliónir um árið til íløgur.

 

Men nú samgongan fer frá, leggur hon eina fíggjarætlan fram, har tað bara er rúm fyri góðum 80 milliónum krónum til íløgur, tí restin fer til rakstur og lánsgjøld.

 

- Tað kann ikki tulkast sum annað enn at gera fortreð, og tað er lítið mansligt, heldur Jógvan Arge.

 

Hann vísir á, at tað er eisini nógv gott í fíggjarætlanini, eitt nú, at játtanin til almanna- og heilsuøkið hækkar tilsamans einar 30 milliónir.

 

Men tað er eisini nógv, sum er gjørt uttan fyrilit og uttan planlegging, heldur hann.

- Tí stendur mangt og hvat í hálvum gekki, og farið er ikki av álvara undir nakra veruliga stóra ætlan.

 

- Eftirmælið verður helst, at hetta var samgongan, sum vóð í pengum, mól í klingur og legði lítið eftir seg, heldur Jógvan Arge.