- Hetta er heilt genialt

Síðan apríl hevur Heini Joensen siglt við Norrønu, og hann hevur alt gott at bera sínum starvsfeløgum í barrunum, sum í stóran mun eru póllendingar. – Tey eru øll fitt, blíð og ógvuliga dugnalig, sigur hann

Umborð

 

- Hetta dámar mær ógvuliga væl. Tað er fantastiska stuttligt og áhugavert at arbeiða umborð á Norrønu. Hóast fólk úr nógvum ymiskum tjóðum arbeiða í tænastuni umborð, er stemningurin góður. Vit skulu øll samstarva. Hetta gongur væl, og vit læra nógv av hvørjum øðrum.

Tað sigur 26 ára gamli, Heini Joensen, sum er ættaður av Nesi.

Vit hittu hann í Naust-barrini umborð á Norrønu mánakvøldið, har hann stóð aftanfyri diskin og fylti upp í gløs til ferðandi, sum høvdu hug at leska sær við onkrum í góðveðrinum hetta kvøldið.

Men Heini var ikki leingi í hesi barrini. Lutfalsliga fá fólk sótu kring um við borðini, men í Viking Club á dekkinum niðanfyri var dansur og meira at gera hetta kvøldið.

- Eg fari niður í hina barrina nú at hjálpa til. Kom bara niður hagar, so kunnu vit práta meira.

Tænastufólkið umborð á Norrønu er rættiliga fleksibult, og tey hjálpast at, tá á stendur.

- Vit hava tvær størri barrir og ein minibarr, har tú kanst keypa “kyllingar” og ís, sigur Heini.

Ungi nesdrongurin er annars útbúgvin krambakallur í Havnar Timburhandli, har hann lærdi og í nøkur ár starvaðist sum innkeypsleiðari.

- Vanliga er meira at gera í barrini niðri undir. Vit eru hálvt annað fólk og meira uppi á – og eini 2-3 niðri undir. Annars liggur talið av fólki, sum starvast í barrunum og resturantunum, millum 6 og 10 – alt eftir, hvussu nógv fólk er við Norrønu, sigur hann.

Vanliga arbeiðstíðin umborð er 10 tímar um døgnið, men er nógv at gera, verður arbeitt yvir.

- Eg vil siga, at vit javnan arbeiða millum 10 og 13 tímar um døgnið, og tað haldi eg vera í fínasta lagi.

Hann sigur, at tey antin kunnu fáa yvirtíðina útgoldnað í peningi ella í avspasering.

- Eg arbeiði mest aftanfyri diskin sum barrfólk og ikki so nógv úti á gólvinum sum barrtænari. Men stendur á, hjálpast vit at.

Heini hevur alt gott at bera sínum starvsfeløgum í barrunum, sum í stóran mun eru póllendingar.

– Barrleiðarin, sum er sera dugnaligur, er eisini póllendingur. Tey eru øll fitt, blíð og røsk. Tað er ikki minst teir mongu nationalitetirnir, sum mær dámar væl. Hetta er simpulthen genialt, sum hann tekur til.

Tey, sum sigla við Norrønu, eru vanliga fýra vikur umborð og fýra vikur heima. Tey eru limir í sjómannadeildini hjá Føroya Fiskimannafelag, og lønin er sambært farmaskipasáttmálanum.

Lønin er 15.611 krónur um mánaðin fyri arbeiðstíðina, sum er ásett í sáttmálanum.

Vit spurdu eisini Heina, hvussu er við upplæring.

- Í fyrsta lagi er neyðugt at hava verið á trygdarskeiði, tí trygdin umborð verður altíð sett í hásæti. Sjálv upplæringin til barrtænastuna fer fram í samstarvi við barrleiðara og tey, sum hava royndir og kunnu læra frá sær. Fleiri av tænastufólkunum hava drúgvar royndir innan hetta virksemi, og tey eru ófør at læra frá sær.

Hann sigur, at eitt er sjálv tænastan. Annað er søgan aftanfyri tey ting, tú arbeiðir við, eitt nú gløs og annað.

- Í slíkum arbeiði fært tú eina holla vitan um hetta økið.

Men hóast honum dámar sera væl umborð á Norrønu, verður Heini ikki verandi leingi aftrat við skipinum.

- Hetta verður seinasti túrurin hjá mær, og annan mánadag byrji eg í starvi sum handilsleiðari hjá Demich. Eg fari við sorgblídni, tí hetta hevur verið eitt rættiligt upplivilsi, sigur nesdrongurin. Heini Joensen hevur ikki verið nógv á sjónum.

Og tó.

Hann var nakrar túrar við

línuskipinum Stapanum fyri eini 4-5 árum síðan.

- Mær dámdi eisini væl umborð á línubáti, men lívið har umborð – og lívið umborð á Norrønu – kann als ikki samanberast. Tað er púrasta hvør sítt, leggur hann aftrat.

Í frítíðini umborð á Norrønu stytta

tey sær stundir við eitt nú práti, hyggja at filmi, svimja og sita í sauna, tá tað ber til.

- Vit kunnu bert undir serligum umstøðum og við loyvi vera ímillum vanliga ferðafólkið í okkara frítíð. Hetta er bert, um onkur í familjuni er við ella onkur av okkara nærmastu kenningum. Tað samskifti, vit hava við ferðafólk, er í okkara arbeiði, sigur Heini Joensen.