Hetta er mín jólasangur (1)

Súsanna Kristiansen: Hin vænasta rósan

- Tann fyrsti jólasálmurin eg hugsi um er "Hin vænasta rósan er funnin", sigur Súsanna Kristiansen, ið er ættað av Nesi í Eysturoynni, men í løtuni er búsitandi í Danmark.


Hendan sálmin hava vit sungið í gospelkórinum VOX, og hann fekk ein serligan týdning fyri meg. Bæði lagið og orðini eru sera góð. Innihaldið er eisini sera væl hóskandi til jólahátíðina, hvar vit gleðast um "rósuna" sum kom í hendan heim.

Tað eru nógvar góðar myndir í sálminum, sum kunnu siga okkum nakað í okkara støðu. Sálmurin inniheldur bæði gleðiboðskapin um Jesus, sum kom úr hvassastu tornum, og um lívið hjá menniskjum her á jørð, har tornarnar stinga og aga.

Rósan ímyndar tað góða: Jesus, uppreisnina, frelsuna, friðin, vónina og gleðina. Tornarnar ímynda okkara stríð, mótgongd, synd og Jesu føðing undir trongum umstøðum, líðing og deyða. Til seinast vinnur tað góða á tí ónda, eins og rósan rann úr teim hvassastu tornum.

Serliga bønin í 7. versið sigur mær nógv:


"Mín Jesus, tú veri í vali

mær rósa og dýrgripur sæli!

Tær eitrandi lystir tú oyðir,

til kross tín meg blídliga leiðir."


- Sangurin endar so pent við regluni: "eg rósuna altíð vil eiga", sigur Súsanna Kristiansen.



mynd


RÓSAN

- Rósan ímyndar tað góða: Jesus, uppreisnina, frelsuna, friðin, vónina og gleðina, sigur Súsanna Kristiansen




Hin vænasta rósan er funnin,

á hvassastu tornum útrunnin.

Vár Jesus, tann rósan, hon gróði,

hvar fólk fast í syndini svóvu.


2. Frá heiður vár spiltist hin fríði

Guðs bílæt at bera til prýði,

lá verøld í villu og oyði,

í synd vit tá øll burtur doyðu.


3. Guð rósuna læt tá fram spíra

at reinska og bøta vár' dýra

í syndini sekaða gróður,

so aftur hann verða kann góður.


4. Øll verøld seg eigur at frøa

og lovsálmar mangar at kvøða;

men stutt er tann kunnleiki nomin,

at rósan til jarðar er komin.


5. Tit harðvunnu tistlar og dáar,

hví halda tit tykkum so háar?

Hví standa tit altíð so reystir

í spillandi stórlæti festir?


6. O, leitið at eyðmjúkum støðum,

for Jesusi grátið á knøum!

Tá fáa tit Jesus í talu;

tí rósurnar vaksa í dali.


7. Mín Jesus, tú veri í vali

mær rósa og dýrgripur sæli!

Tær eitrandi lystir tú oyðir,

til kross tín meg blídliga leiðir.


8. Lat verøld meg háða og aga,

lat tornarnar stinga og naga,

lat lakið tey yvir meg breiða,

eg rósuna altíð vil eiga.


Brorson 1732. Ókendur.