Hetta er minimum

Nú trúgvi eg, at teir flestu landsstýrismennirnir kunnu liva við tí, sum teir hava fingið. Tað sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, eftir at fíggjarlógin fyri 2004 varð samtykt á Føroya Løgtingi hósdagin. Men hann sigur eisini, at hann dugir illa at síggja, at mann kann strekkja seg longur

Nógv stríð hevur verið um fíggjarlógaruppskotið, síðani Anfinn Kallsberg og figgjarnevndin legði fram álit um broytingar í fíggjarlógaruppskotinum hjá Bárði Nielsen og Føroya Landsstýri. Tá fíggjarnevndin kunngjørdi sítt álit tann 5. mai, vóru 94 milliónir krónur skornar av fíggjarlógini. Mest sum øll øki høvdu fingið lægri játtan.
Men millum aðru og triðju viðgerð hendu nógv ting. Fíggjarnevndin tóktist at bakka eitt sindur fyri trýsti úr Tinganesi. Men hóast trýst frá Landsstýrinum, so stóð Anfinn Kallsberg stinnnur. Ikki fleiri enn 21 milliónir av teimum 94 milliónunum eru komnar innaftur.
Tað varð skorið 29 milliónir í rakstri, og góðar 6 milliónir vórðu skornar í íløgum. Nýggja inntøkumetingin er 38 milliónir, og tískil verður hallið á samtyktu fíggjarlógini 203 milliónir krónur.
Spurdur um hann er nøgdur við úrslitið, sigur Bárður Nielsen, at tað er týdningarmikið at fáa javnvág í.
- Eg meti tað vera neyðugt at arbeiða fram ímóti at fáa eina javnvág í. Soleiðis sum niðurgongdin í inntøkunum vísir seg at verða framvegis, í mun til í fjør, so dugi eg illa at síggja at mann upp á so stutta tíð hevur møguleika til at fáa javnvág, sigur Bárður Nielsen.
Øll ráðini hava fingið eina lægri játtan til rakstur og fyrisiting. Skerjingarnar til fyrisiting lógu millum hálva og 1,5 millión í hvørjum ráði. Harumframt er skorið yvir ein breiðan kamb á øllum økjum.
Landsstýrismennirnir hava drigið 21 milliónir inn aftur, og tað mesta er farið til Hans Paula Strøm og almanna- og heilsumálaráðið, sum fekk fleiri enn 13 av teimum 21 milliónunum, sum komu upp á aftur. Næstur honum er Jógvan á Lakjuni og mentamálaráðið, sum tilsamans fekk umleið 6 milliónir innaftur í mun til sparingarnar hjá Anfinni Kallsberg og fíggjarnevndini.
Vinnumál tóktust ongan góðan hava í Løgtinginum hósdagin, og fekk Bjarni Djurholm bert 1,3 milliónir innaftur, sum merkir, at eitt nú Menningarstovan verður fyri skerjingum (sí aðrastaðni í blaðnum).
- Økini, sum eru komin upp á aftur, er tað, sum landsstýrismennirnir meta seg absolut hava brúk fyri, sigur Bárður Nielsen.
- Eg dugi illa at síggja, at mann kann strekkja seg longur, eisini grundað á, at tað er komið so langt út á árið, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum at enda.