- Hetta er ógvuliga harmiligt.
Tað sigur Gunndur Fossdal, eigari av 40 fót stóra glastrevjabátinum, sum sakk í Vestmanna í kavarokinum fríggjakvøldið.
Hann vísir á, at tað var ikki kavi í sjálvum bátinum sum gjørdi, at báturin sakk.
- Tað var bátabrúgvin, sum báturin lá við, ið var komin niður yvir afturendan á bátinum og hevði trýst hann so langt niður, at sjógvur kom inn á dekkið og endaði niðri í bátinum.
Gunndur sigur, at nógvi vátakavin hevði trýst brúnna einar 30-40 sentimetrar niður, og brúgvin hevði síðan trýst bátin tilsvarandi niður.
- Jú, hetta er ógvuliga harmiligt, men nú noyðist eg saman við tryggingini at finna út av, hvussu stórur skaðin er, og hvussu málið verður loyst.
Gunndur Fossdal sigur, at báturin, ið er ein sonevndur bayliner, er bygdur í 1989, og tað var í 2006, at hann keypti bátin, sum hevur tvær maskinur á 140 HK hvør.
Tað er Birgir W. Høgnesen, ið hevur tikið myndirnar, sum eru viðheftar greinini, og tað var seinnapartin í gjár - sunnudagin - at stóri glastrevjabáturin varð tikin uppaftur í Vestmanna.