Starvsfelagið átalar nú, at starvsfólk í barnaverndartænastum kring landið verða úthongd alment, og at ágangur er á tey, bæði tá ið tey eru til arbeiðis og tá ið tey hava frí. Tað siga Katarina Petersen, forkvinna í Sosialráðgevarafelagnum ,og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, í eini fráboðan í dag.
Tey bæði staðfesta, at at starvsfólk hjá barnaverndunum eru embætisfólk við ábyrgd og tey hava uppiborið virðing. Tískil skulu tey hava møguleika til at gera sítt arbeiði til fulnar – uttan at vera fyri ágangi.
Tað, sum fær tey at koma við hesi fráboðanini beint nú, er, at Bill Justinussen og Stefan Klein Poulsen, tingmenn fyri Miðflokkin, hava ført fram, at teir hava varhugan av, at barnaverndirngar gera ov lítið fyri at stuðla og hjálpa børnum, men at tær afturfyri gera ov nógv av at taka børn frá foreldrunum.
Starvsfelagið átalar, at politikarar koma við útsagnum, sum ikki kunnu tulkast øðrvísi enn misálit á starvsfólk í almennari tænastu. Og samstundis verða starvsfólk løgd undir ikki at hjálpa og stuðla nóg mikið, áðrenn eitt barn verður tikið frá foreldrunum, ella áðrenn tað verður umsorganaryvirtikið, sum tað eitur.
– Starvsfelagið leggur í hesum sambandi dent á, at vit hava fult álit á starvsfólkunum í barnaverndunum, og vit vita, at nógv verður gjørt fyri at fyribyrgja, at børn verða umsorganaryvirtikin, og sum heild verður nógv gjørt fyri at hjálpa familjum, sum hava tørv á stuðli.
Starvsfelagið vísir eisini á, at umsitingin hjá barnaverndini tekur ongar avgerðir, men tær umsita tær, avgerðir, sum sjálvar barnaverndarnevndirnar, og høvuðsbarnaverndarnevndin, hava tikið.
– Uppgávan hjá sosialráðgevarum í barnaverndini er at gera fakligar kanningar av viðurskiftunum hjá børnum, og t at kanna, hvussu tey trívast og mennast. Endamálið við kanningunum er at meta um, antin tørvur er á stuðuli. Síðani gera tey eitt tilmæli, sum síðani verða løgd fyri barnaverndarnevndirnar.
– Tey, sum eru ósamd við eina avgerð um at umsorganaryvirtaka eitt barn, kunnu altíð kæra málið til Føroya rætt, sigur Starvsfelagið.
Tí heldur Starvsfelagið, at tað er ósømiligt at leggja starvsfólk undir at misrøkja sítt starv, so sum tingmenninir báðir úr Miðflokkinum róðu framundir í Løgtinginum, sigur Starvsfelagið.
– Heldur enn at leggja so stóran dent á, hvussu nógv børn verða umsorganaryvirtikin ella ikki, eiga vit at spyrja, hvussu vit kunnu veita enn meira hjálp og stuðul til tær familjur, ið hava tørv á tí, sigur felagið.