- Hetta er pínligt fyri føroyingar

Løgtingsmaður dámar lítið, at løgtingsformaðurin ikki fer umborð Dannebrog

Tað er fallið Edmund Joensen, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin, fyri bróstið, at Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, enn einaferð hevur takkað nei til eina innbjóðing til at koma umborð á kongaskipið Dannebrog, tá krúnprinsurin og krúnprinsessan koma á vitjan seinni í vikuni.


Í lesarabrævi sent fjølmiðlunum skrivar tingmaðurin, at avgerðin er í stríð við vanligan sið hjá løgtingsformonnum.


- Tingformenn hava altíð verið rímiligir, havt víðan sjónarring og verið rúmskygdir, alt vegna Løgtingið. Somuleiðis hevur eisini altíð verið siður, at løgtingsformenn taka móti innbjóðing, tá ið kongshúsið er vertur og vísir kurteisi og blíðskap, skrivar Edmund Joensen í lesarabrævinum og vísir millum annað á, at løgtingsformaðurin hevur skyldu at umboða løgtingið til slík høvi.


Edmund Joensen skrivar í lesarabrævinum, at hann stúrir fyri, at atburðurin hjá tingformanninum fer at frættast víða um og at løgtingsfólk muga standa til svars fyri avgerðini hjá tingformanninum.


- Aðrastaðni skilja tey ikki hetta, og hetta er pínligt fyri føroyingar. Hví skal hetta nú gerast ein øvug siðvenja í Løgtinginum, spyr løgtingsmaðurin og leggur afturat.


- Helst má tað verða soleiðis, at løgtingsfólk mugu greiða fryntligu gestunum frá, hví Løgtingsformaðurin ikki vil seta fót sín á dekkið á kongaskipinum.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at Páll á Reynatúgvu hevur valt at takka nei at fara umboð á Dannebrog í sínum embæti sum løgtingsformaður. Í 2016 takkaði hann nevniliga eisini nei, tá hann bleiv bjóðaður umborð av drotningini. 


Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Edmundi Joensen við at trýsta á her