Hetta er púra burturvið at gera

Myndugleikarnir leggja nógv størri ábyrgd á børnini enn tey klára at bera, siga sálarfrøðingar

 

Framferðin hjá myndugleikunum, nú barnagarðar og skúlar hava latið upp aftur, er púra burturvið.

Tað halda tey í Felagnum Fyri Føroyskar Sálarfrøðingar og tey harmast um, at landsstýrið ikki hevur tikið tey við í viðgerðini, áðrenn skúlar og barnagarðar vórðu latin upp aftur.

At myndugleikarnir halda, at tað ber til at lata dagstovnar upp við einum tilmæli um at halda tveir metra frástøðu, er púra burturvið og er eitt dømi um manglandi vitan um, hvat børn hava tørv á fyri at mennast og trívast, siga sálarfrøðingarnir

Fyri at mennast og trívast hava børn fyrst og fremst tørv á tryggleika. Tað er ein tryggleiki fyri tey at vita, at tey hava vaksin rundan um seg, sum tey kunnu fara frá, tá ið tey spæla við onnur børn, men sum tey so kunnu koma aftur til tá ið tey hava brúk fyri ugga.

Men tey vaksnu kunnu bara ugga børnini í tøttum sambandi við barnið og ofta eisini við kropsligum sambandi

At taka hendan møguleikan fyri nærleika frá børnunum júst nú, tá tey, eins og øll onnur, eru í eini ókendari støðu, kann sostatt hava avleiðingar fyri trivnaðin, og í longdini, eisini á teirra menning.

– Hetta er serliga umráðandi fyri yngstu børnini, tí umsorganin fyri teimum kann undir ongum umstøðum røkjast við frástøðu, siga sálarfrøðingarnir

Hetta vita námsfrøðingar og tí gera tey nógvastaðni ímóti tilmælinum um tveir metra frástøðu, av tí at hetta snøgt sagt ikki ber til.

– Hetta setir tó einstaka starvsfólkið í eina ótrygga støðu, har viðkomandi hevur eina órímiliga ábyrgd, skuldi tað hent, at hetta førir til, at smittan breiðir seg á dagstovninum.

Hetta kann eisini elva til ótryggleika ímillum starvsfólkini, sum síðani eisini ger børnini ótrygg, tí uppdagað, hvussu tey vaksnu hava tað.

Í samband við tey eldru børnini í barnagørðum, og teimum yngstu flokkunum í skúlanum, hava myndugleikarnir, ókritiskt, sent øllum børnunum filmarnar, Nú fara vit í barnagarð ella skúla.

– Hetta gera myndugleikarnir, hóast filmarnir hava verið fyri nógvum atfinningum í Danmark.

– Atfinningarnar snúgva seg í høvuðsheitum um, at børn ikki hava førleikar til at halda seg til tilmælini, og at filmarnir sostatt kunnu elva til ótta, stúran og ótryggleika, siga sálarfrøðingarnir.

Hetta eru atfinningar, føroyskir sálarfrøðingar taka undir við.

– Vit halda, at filmurin er við til at skapa enn meira ótryggleika hjá børnunum, sum frammanundan skulu venja seg við, at tey vaksnu eru øðrvísi, umframt at stovnurin er skúlin øðrvísi, og leikurnar eru nógv avmarkaðar.

– Tískil er tað óhóskandi, at myndugleikarnir eggja foreldrum til at tosa við børnini um týdningin av, at tey fylgja tilmælunum.

Í filmunum verður heldur ikki lagt upp fyri, hvussu nógv børn í ymsum aldursbólkum klára at minnast.

– Filmarnir geva børnunum eini 25 boð. At vænta, at børn skulu minnast so nógv boð, er púra burturvið, siga sálarfrøðingarnir.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar heldur, at høvdu hóskandi fakkunnleiki, serliga námsfrøðingar og sálarfrøðingar verið við í tilgongdini frá fyrsta degi, kundi hetta verið skipað øðrvísi og betri.