- Hetta er tað ræðuligasta

Leiðarin á Barnaheiminum í Ummannaq, føroyska Ann Andreasen, hevur búð í Grønlandi í 32 år. Seinasta vikan er nakað av tí ringasta - fyri ikki at siga tað allar ræðuligasta - sum hon hevur upplivað.

 

- Tað, sum er hent, er ræðuligt, men á hinari síðuni er tað fantastiskt at síggja, hvussu væl fólk hava samstarvað og hjálpt hvørjum øðrum.

 

Tað var seinasta leygarkvøld klokkan 22, at Ann Andreasen og restin av starvsfólkunum á Barnaheiminum byrjaðu at síggja, at okkurt var galið. Allur býurin byrjaði at renna oman móti havnini.

 

- Vit gjørdust tó skjótt greið yvir, hvussu vandamikil støðan var. Bátar fóru upp og niður á sjónum, og fólk ánaðu ikki, hvat hendi, sigur hon við grønlendsku heimasíðuna, Sermitsiaq.

 

Tað eydnaðust tó Ann Andreasen skjótt at savna alt fólkið á stovninum og saman við hinum starvsfólkunum fekk hon øll børnini og tey ungu á Barnaheiminum til fjalls.

 

- Eg bleiv við at siga, at vit skuldu fara longur niðan, tí vit høvdu hoyrt, at talan var um eina 30 metrar høga aldu, sum var á veg. Vit vóru úti í næstan seks tímar, sigur Ann Andreasen.

 

Tá hendingin fór fram, vóru 25 av tilsamans 34 børnum og ungum á Barnaheiminum í Ummannaq.

 

Hóast hendingin var ræðulig, heldur Ann Andreasen kortini, at tað eisini var fantastiskt at síggja, hvussu fólk arbeiddu saman og hjálptu hvørjum øðrum í neyðini.

 

- Tað var fantastiskt at síggja, hvussu flogskiparar arbeiddu úr luftini, hvussu fólk hjálptu hvørjum øðrum við at fáa bátarnar upp á land – og so at síggja tann innsats, sum løgregla og sløkkiliðsfólk gjørdu.

 

Við 25 óttafullum børnum og ungum var tað ein stór avbjóðing fyri leiðaran á Barnaheiminum at fáa børnini at skilja, hvat tað í veruleikanum var, sum var hent.

 

- Men, tað hjálpti eisini upp á støðuna, at nakrir sálarfrøðingar vóru partur av starvsfólkunum, sum tóku sær av børnunum, sigur Ann Andreasen við grønlendsku heimasíðuna.