Hetta eru hjartamálini hjá teimum ungu hesa ferð

Tá ið ungdómurin fer at manna Løgtingið í næstu viku, fara tey at viðgera 12 uppskot um nógv ymiskt, heilt frá at banna vørum úr plasti til at lækka valaldurin

Tað eru nógv fjølbroytt evni á skránni, tá ið ungdómsting verður í Løgtinginum í næstu viku.

Ungdómsting verður mánadagin og týsdagin og tá verða tað tey ungu í framhaldsdeildini í skúlunum kring landið, sum fara at manna Løgtingið, og fara at virka akkurát sum tað ordiliga løgtingið ger.

Endamálið er at geva teimum ungu innlit í, hvussu fólkaræðið virkar í verki, og at kveikja áhuga fyri fólkaræðinum og politiskum arbeiði.

Á ungdómstinginum fara tey at arbeiða akkurát, sum tað ordiliga Løgtingið ger. Tað merkir, at tey fara at leggja uppskot fram og viðgera tey, sum tey gera í Løgtinginum, fyri síðani at atkvøða um tey.

Og á ungdómstinginum hesa ferð, verða 12 uppskot løgd fyri tingið. Tað eru seks skúlar kring landið, sum leggja uppskotini fram.

Hoyvíkar skúli og Tvøroyrar skúlai, leggja hvør síni trý uppskot fyri ungdómstingið, Skúlin á Løgmannabreyt og Skúlin á Giljanesi leggja hvør síni tvey uppskot fram, og skúlin í Vági, og Nám x, sum er 10. flokkur í Havn, leggja hvør sítt uppskot fram.

Og uppskotini eru fjølbroytt, tí ungdómstingið skal viðgera alt møguligt, heilt frá at fáa fyrstuhjálp í skúlanum og at banna vørum úr einnýtisplasti, til at lækka valaldurin, og at lækka aldurin til at fáa koyrikort.

 

Uppskotini, sum verða viðgjørd á ungdómstinginum hesa ferð, eru hesi:  

 8. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi at banna innflutningi av ikki ES góðkendum vørum

9. b í Hoyvíkar Skúla: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi at banna matoyðsli - ikki burturbeina útgingnar matvørur - latast vælgerandi endamáli

8. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi at fáa nýggja lærugrein í fólkaskúlan um aktuel viðurskifti í samfelagnum

9. flokkur í Vágs Skúla: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu- viðvíkjandi at broyta mest loyvda ferð frá 30 km til 50 km um tíman

9. a í Skúlanum á Giljanesi: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi meira pening til heilsufrøðingar til fyribyrgjandi arbeiði móti yvirvekt

9. a í Hoyvíkar Skúla: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul - fullan lestrarstuðul til lesandi undir 18 ár á miðnámi

9. a í Hoyvíkar Skúla: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu- viðvíkjandi at taka koyrikort tá tú er 17 ár

9. a í Tvøroyrar Skúla: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan - viðvíkjandi at fáa fleiri handligar tímar í 8. og 9. flokki

9. a Tvøroyrar Skúla: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi at banna ymsum einnýtisplasti

9. b í Skúlanum á Giljanesi: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan viðvíkjandi at lækka tímatalið í fólkaskúlanum

9.b. í Tvøroyrar Skúla: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið, valrættur frá 18 ár til 16 ár

Nám X, Eysturskúlin: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan viðvíkjandi skeiði í fyrstuhjálp í 3., 6. og 9. flokki