Eitt av høvuðsmálunum hjá Føroya Blindafelag er at arbeiða fyri einum samfelag, sum er atkomuligt hjá blindum og sjónveikum. Felagið ynskir, at atkomumøguleikar hjá teimum verða tiknir meira við, tá tað verður bygt nýtt, og tá ábøtur verða gjørdar í býnum.
- Kanska vit blindu og sjónveiku verða gloymd viðhvørt, tá tað verður bygt nýtt. Tað kann vera, at vit eru ov still og ikki rópa nóg hart, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag.
Ein avbjóðing hjá sjónveikum er, tá bygningar, hurðar og veggir eru gjørdir úr glasi.
- Ofta gloymir mann at gera eina markering í glasið, so at tann, sum sær illa, hevur ein møguleika fyri at vita, at har er ein glashurð, sigur Ruth Thomsen og vísir eisini á, at tað er ein stórur fyrimunur, um kontrastur og avmerkingar eru í trappum, so mann betur sær, at har er ein trappa. Tað hevur eisini týdning, at gelendarar til trappuna eru heilt til endan av trappuni.
- Hetta eru smáting, sum í roynd og veru ikki kosta so nógv, men sum gera stóran mun fyri sjónveik, sigur hon.