Hetta fer løgreglan at taka sær av

Løgtingsmaður heldur, at vandi er fyri, at russarar og ukrainar bresta saman í Føroyum, men løgmaður sigur, at eingin serlig tilbúgving er til tað

 

 

Nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, hava eisini føroyingar gjørt av at taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Fleiri ukrainarar eru longu komnir til Føroyar, men Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri. Sambandsflokkin, vísir eisini á, at tað eru fleiri russarar í Føroyum, eitt nú russiskar skipsmanningar.

 

Hetta merkir, at hesa næstu tíðina fara vit at hava fólk úr báðum fíggindalondunum, Russlandi og Ukraina, í Føroyum. Hesi londini eru í kríggi, og tað kann lættliga henda, at illstøður kykna, har annar parturin vil hevna seg inn á hin, sigur hann. Tí vil hann hava at vita um nøkur serlig tilbúgving er í tí sambandi.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hetta fer at krevja nógv av okkum øllum, sum búgva í Føroyum og tað fer at merkjast í býarmyndini og bygdarmyndini, at vit nú fáa fleiri ukrainar til Føroya. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum av okkum at tryggja, at tey, sum koma uttanífrá til Føroya, trívast og koma væl inn í føroyska samfelagið. Tað verið seg bæði russarar ella ukrainarar.

 

Sambært Hagstovuni búgva fólk ýr yvir 100 ymiskum londum í Føroyum. Summi av hesum londum eru í kríggj við hvørt annað, men tíbetur kenni eg ikki til, at hetta er beinleiðis atvold til illstøður millum fólk í Føroyum, sigur løgmaður.

 

Hann veit heldur ikki um tað hava verið illstøður millum russarar og ukrainarar í Føroyum. Eg vænti og vóni, heldur ikki at tað verður so. Men skuldi ein tílík illstøða tikið seg upp, so eri eg ikki iva um, at teir røttu myndugleikarnir, eitt nú løgreglan, fer at avgreiða eina slíka støðu, eins og tey vanliga gera í øðrum málum av slíkum slagi, sigur Bárður á Steig Nielsen.