Hetta fyri at bjarga hjúnabandið!

Bøssabrúdleypið vísir brilliant, hvussu politisk søguskriving gongur fyri seg í dag, og hvussu almenningurin verður tvingaður at akseptera hesa

Agga Niclasen
[email protected]
----


Nú eri eg ikki á Facebook, men hevði eg verið tað, og hevði eg verið samkyndur, og hevði eg ynskt mínar samkyndu vinir at “óvina” meg á fb, tá hevði eg bara skriv­að, at eg ikki stuðli bøssa­brúdleypinum.
Snøgt sagt, tað skal ikki so nógv til longur... í tráð við, at elitu-samkynd hava mist alt sjálvsálit. Frá “We’re Here, We’re Queer, Get used to it” eru tey endað sum nakrir háarrogantir og smásærir tyrannar. Custers Brigade er substituerað við LGBT Før­oyar!
Felagsskapurin krevur komplett lýdni, samkyndur ella ei, og kallar á tey ráðandi um statsaksept at fullinna tað, hann nú einaferð finnur uppá í síni roynd at fáa modernað samkynd at “føla seg betri”. Um ikki, so verður tú eirindaleyst, men delikat, strikaður sum “vinur”.
Aldri fyrr havi eg upp­liv­að eitt mál, har rúmið fyri ósemju er tódnað við so rúkandi ferð. Aldri fyrr havi eg verið fyri slíkari ákoyring sum í bardaganum ímóti bøssabrúdleypinum. Ríviliga víðgongd og rímiliga per­sónlig. Eisini frá teimum, ið eru ella erpa sær av at vera liberal. Puha!
Fyri tað gangi eg ikki frá mínum, tí “samkynt hjúna­lag” er sum at fáa sín ginn og tonikk blandaðan við pasta­saft: ikki gott, tí tað hoyrir ikki heima har!
Men bøssabrúdleypið vís­ir brilliant, hvussu polit­isk søguskriving gongur fyri seg í dag, og hvussu al­menn­ing­urin verður tving­að­ur at akseptera hesa. Bøssa­brúd­leyps-kravið kemur frá samfelagstoppinum nið­ur. Ein kampanja, ið er serliga eliter av lyndi, setur tú hana upp ímóti ameri­kanska kravin­um um borgara­rætt­­indi í 60unum, har tey strídd­ust fyri veruligum rættind­um.
Autoritera lógaruppskotið um broytta hjúnabandslóg kann aldri tæna sam­kynd­um, og tænir ikki einum landi, ið skal eitast at ynskja fjølbroytni. Hetta er mín meining. Eg havi valt at stríðast ímóti eini lógar­broyting, sum fer at gera tað av við “mann og konu” og introdusera “felaga 1 og 2”.
At fólk muta aftur uttan at lurta eftir djúptøknum grundgevingum ímóti at loyva samkyndum at giftast, er super. At fólk harta meg fyri ditt og datt, enntá pota Jenis av Rana og meg í sama bát—hvat eg nú haldi vera eitt sindur stuttligt, men als ikki misbjóðandi—er duper. Ja, eg floyti á tað.
Og tó, tí eg eri heldur barnsligur av lyndi, og trúgvi uppá hevnd og so fram­­vegis. So tá ið sjálv­feita samkynjuelitan Mc­Carthyi­standi roynir at javna øll øðrvísihugsandi við jørð­ina eins og ein annar rudd­ingar­traktorur við út­talilsum um “javnrættindi” og “dis­krimi­natión”, fyri ikki at tala um landasvik og homo­fobi, tá skal ein mektigari maður enn eg til ikki at geva aftur við somu skuffu.
Stuttligt, tá hetta alt eru begreb, LGBT og tess bláoygdu riddarir ikki hava begrep fyri. Serliga stuttligt, tá eg veit—av tí eg einaferð var slush við henda so fordømandi ælaboga—at er tað nakað, tey vinstrahallu og bleyt kulturradikal við fleiri body piercingum enn heilakyknum ikki torga, so er tað sjálvi at blíva hildin fyri rukku, karikerað og avdúkað fyri hvat tey eru: ein innihaldsleys mentanar­bobla.
Mest brúkta hugtakið hjá teimum, ið totalt ótole­rant ætla at gera seg inn á hjúnabandið, er nettupp “javnrættindi”. Eitt orð, sum søguliga hevur verið nýtt í samband við framburð, verður nú brúkt at promo­vera eina tyranniska ‘sam­an­slagsligheit’, ein mili­tantan líkleika. Dittar tú tær at opponera ímóti bøssa­brúd­leyp­inum, ella hevur hissini fyrivarni, verður tú plaffaður niður við “tað handlar um javnrættindi”-kúluni.
Úrslitið er, at tá ið Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen leggja fram upp­skot um at broyta hjúna­band­slógina, so at tvey av sama kyni sleppa at spleysast, fara tey at rættvís­gera tað við at “løgtingið eigur at virða menniskju javnt”. Tað er ein grundleggjandi mannarættur sjálvur at velja sín maka, siga teir tríggir opportunistarnir. (Og eg sum helt, at hetta var nakað, foreldrini fiksaðu saman við sínum avkomi í Sirkus, meðan onnur útvekslaðu jørð fyri ein lekran sjeik til yngsta sonin uttanfyri).
Jú, og opinberiliga skal terapeutstaturin hartil síggja til, at “dreymurin um tað góða lívið blívur til veruleika innan felagsskapin”... eisini hjá samkyndum. Ljóðar rími­liga lýriskt... fyri ein linligan 1. g’ara.
Eiler Fagraklett frá LGBT greiðir donskum miðlum frá, at hansara limir ikki hava nøkur “positiv rættindi” í Før­oyum. Og nú vit eru við hr. Fagraklett og misfataðum javna og mannarætti, lat meg tá straks vísa aftur hasa romantisku røvarasøguna, at “hjúnabandið byggir á kær­leika”. Nei, tað ger tað ikki. Hevur ongantíð gjørt tað. Hjúna­bandið byggir ikki á kærleika, men er motivið fyri honum.
Unga Tjóðveldi, í sín­um vísdómi, og sum for­rest­in stavar seg sjálvt við “ð” í endanum í sínum erkler­ing­um til fólkið, tosar somuleiðis um eitt “javn­bjóðis Føroyar”, “javnbjóðis rættindi” og “javnrætt” upp í saman uttan eginliga at vita, hvat hetta er fyri ein stødd.
Bøssabrúdleypið, tyk­ist sum, er bara um javn­rætt­­indi... og so Eilersa love-argu­ment. Tað er vesala grund­gevingin. At nokta sam­­kyndum “rættin” at gifta seg, er at nokta teim­um javnbjóðis status og rætt­indi. Og við hesum, at leinkja bøssabrúdleypið til javn­rættindi, er kjakið vunnið, diktera træklemm­andi for­sprák­arnir fyri broytt­um hjúna­bandi.
Nakað sum “rættvísi” og “vindmyllur” er “javn­rætt­­indi” ella “javni” eitt av has­um orðunum á trem­­ur við positivari konnota­sjón. Mótsett javna er ójavni, ið hinvegin er stein­stapp­aður við negativum konnota­sjón­um. Og soleiðis sum svart-hvíti individ-politikkurin hátt­ar seg, ert tú antin fyri javna, sum er gott, ella fyri ójavna, sum er ringt.
At loyva tveimum menn­iskjum av sama kyni at gift­ast er gott, tí hetta fremur javna, verður trúttað í okk­um. At vera ímóti hesum er ringt, tí tað má betýða, at tú heldur tað vera ókey at gera mismun á fólki vegna kynsstøðu. Í stuttum, tú ert homofob.
Tó, óteljandi fólk eru ímóti at lata samkynd gifta seg uttan at vera homo­fob­isk ella fordómafull. Nógv teirra stuðlaðu dekriminali­seringini av homoseksualiteti, og síðani hava uppaftur fleiri stuðlað ynskinum hjá homo­seksuellum (og hetero­seksuellum) um skrásett par­lag, harímillum eg; enntá at ættleiða børn.
Men ikki hetta. Ikki “javn­støðu-brúdleyp”. Ikki tí hetta “fer ov langt”, eisini tað floyti eg á, men tí hetta er fundamentalt øðr­vísi, og hevur einki við “javn­bjóð­is rættindi” at gera, ser­stakliga tá hetta annu­lerar óivað tí mest týðandi sivil-institutiónina ever—hjúnabandið. Hetta matar ikki bara burturundan hjúna­skapin, men ógildar hann.
Og tað er øðrvísi. Fyrr, fyri áratíggjum síðani, vóru samkynd kúgað. Tey vóru systematiskt noktað “javn­bjóðis rættindi”. Lógin be­handlaði tey ikki bara sum annarleiðis, men inferiør. So hetta var ein tíð, har krav­ið um javnrættindi fakt­iskt betýddi nakað; har javnrættindi betýddi at gera enda á kúganini av lesb­iskum konufólki og gjeik­arum. Javnrættindi tá var framsøkin og frígerandi.
Lesbisk og gjeikarir eru ikki longur kúgað. Orðið “kúgað” er nakað, vit seta í samband við borgarar í Riyadh og Havanna, ikki Tórs­havn. “Kúgað” er tí ikki longur eitt relevant orð í mun til ta ímyndaðu viðurmøði, LGBT líður undir, tí kravið um javnrættindi er vunnið. Í dag hevur “javnrættindi” ongan progressivan ella loysandi leiklut at spæla. So ikki fyri samkynd í vesturheiminum.
Um nakað, tá farið eftir skrásettum parlagi, vælsign-aði!, sum innihaldsliga tekn­iskt gevur tykkum effinett tað sama sum hjúnabandið, men sum er nakað annað—júst tí tað er eksklusivt fyri mann og konu, og tí rættliga diskriminerar ímóti samkyndum... um so er, at tey ætla at giftast við einum av sama kyni.
Javni var relevant solongi sum ójavni var. Men sum samkynd hava somu rættindi sum øll onnur, royna tey í LGBT og teirra senditíkir í Løgtinginum at umdefinera bæði javnrættindi og hjúna­bandið, og tí fokka øll hasi, hetta ávirkar. Sera tolerant.
Heldur enn at berjast ímóti kúgan-lite, verður javn­­­rættindi brúkt til at av­bjóða ymiskleika. Ístað­infyri ym­iskleika, søkir javn­rætt­indi líkleika.
Vissuliga, hjúnabandið hevur verið fyri broytingum, ein teirra at loyva fólki at uppafturgiftast. Men hetta er ein broyting, ikki umdefi­nering. Tað er heilt óhoyrt, at løgtingið ætlar sær hetta, so arrogant at tríva inn í eina institutión, ið túsundtals av føroyingum identifisera seg við, og sum enn hevur eitt veldugt aktualitetsvirði.
Samkynd hava altíð ver­ið meiri áhugað í at kriti­sera hjúnabandið enn fara inn í tað. “Marriage is a Prison, and this Prison needs to be Abolished”, ljóð­aði tað. Hjúna­bandið, sam­bært sam­kyndum, hevði einki at gera við tey. Og herí er essensurin og einasti felagsnevnari fyri institu­tionella “fongslið”—leveraður av teim sjálvum.
Annars er tað ikki hjúna­­band, men nakað út­holað, óbrúki­ligt og ikki-eksi­ster­andi individualiserað pu.
Tað, at kirkjan er “almenn”, merkir ikki, at staturin her­við kann bróta inn í hana. Álvaratos. Hetta er ikki eitt kristið “ting” hjá forvirraðum gudloysingum at brúka sína ALS-periodu uppá at skræða seg um.
Men um vit partú skulu gera tað upp í jarðligar leik­lutir, feitt!, tí tá er talan um eina sofistikerða og fram­úr vælvirkandi sam­starvs­avtalu, har staturin er ‘a brok­er of marriage’, sum bretski erkabiskupurin so væl orðaði tað.
Altso, ein meklari (og brúkari) av hjúnabandinum. Men har steðgar hansara moralska heimild, tí enn eitur nakað privatlív, familja og samfelag, tí tað er kirkjan, ið eigur hjúnabandið. Ikki løgtingið.
Og lat meg so sleppa at halda hetta í frið samtíðis sum tit geva hjúnabandinum frið.