Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag?
- Ja, eg verið við til hátíðarhaldið í tunlinum í dag, so tað ætli eg mær avgjørt.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Hetta er størsta frambrot á føroyska samferðslukervinum. At vit nú megna at binda Føroyar saman á henda hátt, og at føroyingar koma tættari at hvørjum øðrum, ger okkum sterk, bæði vinnuliga, búskaparliga, handilsliga og ikki minst menniskjansliga.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, tað fari eg heilt vist. Um eg fari eftir gomlu farleiðini, verður tað bert tí, eg vil njóta føroysku náttúruna, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.