Seinastu tvey vikuskiftini hava trý undanumfør til Sement-finaluna verið, og nú eru seks bólkar og einstaklingar eftir í finaluni.
Finalistarnir eru: High Moon - Brimhvítt - Dóttir - Marius DC - Tina - Joe & the Shitboys.
Í nýggjasta Sosialinum hava vit hava spurt teir seks finalistarnar nakrar spurningar, áðrenn teir fara í eldin í Reinsarínum í Havn. Um tit ikki enn hava lisið greinina, so fáa tit her eitt lítið sitat frá hvørjum luttakara, har vit millum annað spyrja, hvørjar vónir tey hava um finaluna, og hvat tey droyma um:
High Moon: – Vit vóna, at tey, ið koma at lurta eftir finaluni, fáa somu magisku uppliving, sum vit høvdu til undanumfarið.
Tina: – Tað verður mega hyggeligt, og so gleða vit okkum eisini mega nógv til at hoyra allar hinar bólkarnar aftur!
Dóttir: – Eg vóni, at eg kann gera tað enn betri næstu ferð og havi eisini tikið góðu afturmeldingarnar frá dómaranum við mær.
Joe & the Shitboys: – Vit droyma um at flyta Føroyar til ár 2021. Vit droyma um at kunna keypa ein veganskan burgara aftan á miðnátt eitt vikuskifti í Klaksvík.
Brimhvítt: – Vit vilja gjarna fáa fólk at steðga á eina løtu at lurta og bara vera til.
Marius DC: – Eg kann ikki kontrollera, hvat dómararnir siga, men eg kann kontrollera, hvussu væl eg framføri, so eg royni at fokusera upp á tað í løtuni.
Les meira í nýggjasta VikuskiftisSosialinum, har tú kanst læra finalistarnar eitt sindur betur at kenna.
Kunnu vinna studiotíð
Finalan verður sum sagt í Reinsarínum leygarkvøldið 1. mai, og byrjað verður klokkan 21.
Luttakararnir fáa heili fýra møguleikar at vinna studiotíð frá Kristoffur Mørkøre úr Kris-Stuff Studio. Nummar 1,2 og 3 vinna studiotíð umframt, at Reinsaríið eisini velur ein bólk. Umframt hetta, so verða umboð fyri G! Festivalin og Summarfestivalin á staðnum, har tey hava møguleika at velja bólkar at spæla á teirra festivali.
Árins Sement-dómarar verða Teitur Lassen, Ári Rouch og Rannvá Helenudóttir, og verturin er Terji Rasmussen.