– Vit harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli, Skúlin á Fløtum, ikki hevur serflokkar inni í skúlanum. Tað siga tey í nevndini í ADHD felagnum.
Og nú skúlin verður gjørdur liðugur heita tey tískil á avvarandi mynduleikar um at arbeiða skjótt og at skipa eitt serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar. Her hugsa tey um ein serflokk til teir yngstu flokkarnar, ein flokk miðdeildina og ein flokk til teir eldru flokkarnar.
Tað siga tey nú í eini áheitan til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu.
– Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá ið hugsað verður um, at tað var longu í november 2013, at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi. Og tá var niðurstøða, at tað vóru alt ov fá serflokkatilboð í Føroyum, sigur felagið.
Í hesum sambandi vísa tey á, at skúlaárið 2013 - 2014 gingu 6.898 næmingar í føroyska fólkaskúlanum, men einans 1,5 prosent av øllum næmingunum gingu í serflokki.
Í dag eru 7062 næmingar í fólkaskúlanum og av eru tað 1,49 prosent, sum fáa serflokkaðtilboð.
– Tað vil siga, at tað eru færri børn í dag, sum fáa sertilboð nú enn fyri seks árum síðani, tá ið arbeiðsbólkurin gjørdi vart við, at í Føroyum eru nógv færri tilboð enn í okkara grannalondum.
– Tað er eisini hugstoytt at síggja, at tað eru bara 13 børn í Suðurstreymi, sum hava eitt serflokkatilboð, hóast 42 prosent av fólkunum búgva í Suðurstreymi, leggja tey afturat.
Samstundis vísa tey á, alsamt fleiri børn við ADHD og ADD gevast í fólkaskúlanum, tí umstøðurnar eru so vánaligar.
Teirra royndir eru at serflokkaskipanin er ein sera góð skipan, sum gevur børnum við ADHD, ADD og autismu, og øðrum serligum tørvi, ta bestu skúlagongdina, og sum tryggjar teimum eitt haldgott grundarlag at byggja restina av lívinum á.
– Eingin hevur tal fyri, hvussu nógv børn mistrívast í skúlanum og fáa varandi sár á sálina, men tær allarflestu áheitanir, ADHD felagið fær, eru frá ørkymlaðum foreldrum at børnum, ið ikki trívast í skúlanum.
Tey halda, at sum støðan er nú, hýsir fólkaskúlin ikki tí partinum av børnum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum.
– Tí kann tað ikki vera rætt, at Føroya størsta skúlabygging ikki hýsir hesum børnum, siga tey.