Hetta hendi í Ukraina í nátt

Síðan innrásina hevur verið sagt, at russiskar herdeildir eisini hava skotið eftir sivilum málum í Ukraina, men í ST-trygdarráðnum í nátt segði russiskur umboðsmaður, at hetta er ikki rætt.

 

Støðan i ukrainska høvuðsstaðnum Kiev gerst truplari fyri hvønn dag, sum gongur, og eingin veit, hvussu leingi býurin megnar at standa ímóti stóru russisku krígsmaskinuni.

 

Verdens Gang skrivar í morgun, at stóra hernaðarfylgið, sum í nakrar dagar hevur verið at sæð norðan fyri Kiev, bara veksur. 

 

Fyri tveimum døgum síðan vístu satelittmyndir, at fylgið við hernaðarakførum og akførum til ymiskar veitingar til russisku hermenninar var einar fimm kilometrar langt.

 

Men, í morgun verður sagt, at fylgið nú er nógv størri enn so og heilar 64 kilometrar langt. Nærmasti parturin av fylginum er bara nakrar kilometrar norðan fyri Kiev.

 

Verdens Gang skrivar, at sagt er frá hørðum bardøgum millum russiskar og ukrainskar hermenn, og spreingingar hava verið ymsastaðni í Ukraina í nátt.

 

Síðan innrásina hevur verið sagt, at russiskar herdeildir eisini hava skotið eftir sivilum málum, og tað eru bæði skúlar, barnagarðar og sjúkrahús, sum eru rakt í álopum.

 

Í nátt eru rakettir eisini skotnar nærindis høvuðsstaðnum, Kiev og næst størsta býnum í landinum, Kharkiv eins og býnum, Kherson.

 

Tað eru lokalir myndugleikar, sum bera tíðindini um atsóknirnar.

 

Í samrøðu við CNN sigur borgarstjórin í Kiev, Vitali Klitschko, at hann ikki dugir at siga, hvussu leingi høvuðsstaðurin megnar at standa ímóti russisku herdeildunum.

 

Tó torir hann at siga, at tað kann gerast "leingi", sum hann bjartskygdur tekur til. 

 

Borgarstjórin í næst størsta býnum í Ukraina, Kharkiv, sigur, at í minsta lagi níggju sivil fólk lótu lív mánadagin, tá russiskar rakettir raktu íbúðarøki í býnum.

 

Russiski ST-umboðsmaðurin, Vasily Nebenzya, segði í ST-trygdarráðnum í nátt, at russisku herdeildirnar skjóta ikki eftir sivilum málum í Ukraina.

 

##med2##

 

 

 

Lítið hoyrist um talið av falnum og særdum hermonnum í samband við russisku atgerðina í Ukraina.