Hetta kann hvørki verjast ella góðtakast

Fær framferðin hjá Jørgen Niclasen ikki avleiðingar, verður álitið máað undan politisku skipanini og rættarfatanini


Tað kann ikki góðtakast, at landsstýrismaður verjir óreglusemi og tað kann ikki verjast, at hann sigur ósatt.

 

Tað siga teir fýra andstøðuflokkarnir, javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og framsókn, nú teir fyri lítlari løtu síðani løgdu uppskot um misálit á Jørgen Niclasen fyri Løgtingið.

 

Í uppskotinum, sum er sjáldama stuttorðað, verður víst á, at sera álvarsligar og tyngjandi upplýsingar eru komnar fram í ljósið.

 

Samstundis eru skjøl løgd alment fram um persónligu ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjar- og tollmálum í sambandi við óreglusemi í tollavgreiðslu, vøruútflýggjan, og øðrum í tíðini, hann var stjóri í privatari fyritøku.

 

- Landsstýrismaðurin hevur ikki viðurkent ábyrgd fyri teimum hendingum, ið eru komnar fram, og hevur ikki tikið haldgóð stig til at reinsa seg rættarliga fyri tyngjandi upplýsingarnar.

 

- Síðani er eisini staðfest, at landsstýrismaðurin alment hevur sagt ósatt um sín leiklut og sína ábyrgd av tí, sum er farið fram.

 

- Tað kann ikki góðtakast, at ein landsstýrismaður, sum er settur til og hevur rættarliga ábyrgd av at halda landsins lógir fyri allar borgarar í landinum, verjur óreglusemi við teimum lógum, hann hevur ábyrgdina av at umsita.

 

- Tað kann ikki verjast, at ein landsstýrismaður sigur ósatt. Og tað kann ikki góðtakast, at landsstýrismaðurin í tollmálum í eftirfylgjandi tíðindaskrivi verjur, at tollreglurnar verða ikki hildnar.

 

- Álitið á politisku skipanina og rættarfatanina verður máað burtur, um hetta ikki fær avleiðingar og ábyrgd staðfesta.

 

- Løgmaður, ið hevur ábyrgdina av landsstýrinum og fyrisitingini, átti tí at loyst landsstýrismannin úr starvi.

 

- Tá ið einki bendir á, at slíkt stig verður tikið, eigur Løgtingið at samtykkja misálitsváttan á landsstýrismannin í fíggjarmálum, siga teir fýra andstøðuflokkarnir.