- Vit eiga at kalla Løgtingið saman alt fyri eitt at taka støðu til, hvørja revsing, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum.
Tað heldur Páll á Reynatúgvu, limur í formansskapinum í Løgtinginum.
Í morgin skal formansskapurin hava fund um niðurstøðuna í kanningini hjá Hans Gammeltoft Hansen um leiklutin hjá Kára P. Højgaard og løgmanni í málinum um Eysturoyartunnilin.
Og á tí fundinum vónar Páll á Reynatúgvu, at formansskapurin semist um at kalla løgtingið saman alt fyri eitt, ella í hesi vikuni, at taka støðu til málið.
Hann sigur, at uppgávan hjá formansskapinum er ikki at tulka niðurstøðuna hjá Gammeltoft. Uppgávan er at leggja úrslitið fyri Løgtingið at taka støðu til, og so skal Løgtingið geva av, um talan skal vera um eina revsing, ella hvør hon skal vera.
Niðurstøðan hjá Gammeltoft er,at teir hava báðir brotið lógina í einum føri, og sjálvur hevur hann skotið upp, at málið verður avgreitt við eini átalu, ella einum nefsi, sum kann verða meiri ella minni álvarsliga orðað.
- Tað er fyrst og fremst okkara uppgáva at finna semju um rættarliga spurningin, og tað haldi eg, at vit skulu gera, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann heldur, at ger formansskapurin einki, kann hann skjótt verða lagdur undir at halda hondina yvir løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum.
Og hann heldur eisini, at tað kann verða rættiliga pínligt, ger formansskapurin ikki sítt arbeiðið, áðrenn løgtingið kemur saman – og onkur kanska leggur uppskot fram um misálit á løgmann.
- Tað er eitt veikleikatekin, at vit einki gera, leggur hann afturat.
Hann sigur annars, at hvørjar politisku avleiðingar, tað annars skal fáa, veldst mest um, hvørja støðu, samgongan hevur.
Annars segði Jógvan á Lakjuni við Kvf í dag, at tað er sannlíkt, at løgtingið verður kallað saman, men hann vil einki siga um, nær tað kanska verður.
Annars verður løgtingsfundir undir øllum umstøðum ólavsøkudag, tann 29. Juli, tað er tríggjar vikur.