Tað kemur neyvan óvart á nakran, at mest selda brennivínið í Rúsuni er Aalborg Akvavit, og at veðrurin hjá Føroya Bjór er mest selda ølið. Seinastu tølini hjá Rúsuni vísa eisini, at føroyingar eru sera glaðir fyri vín í pappeskjum, ið rúma tríggjar litrar.
Sosialurin hevur biðið Rúsuna gera eitt yvirlit yvir mest seldu vørurnar hjá teimum í summar, og hetta yvirlitið staðfestir helst tað, sum fólk hava varhugan av.
Tá ið tað kemur til vín, vísa tølini greitt, at 3 litrar pappeksjurnar við víni eru væl umtóktar millum kundarnar hjá Rúsuni. Tey eru mest sum einaráðandi á topplistanum við hvítvíni og reyðvíni.
Ein gamal kenningur er eisini ovast á listanum fyri heitvín. Tvær fløskur av Baileys kremlikørinum eru ovast á listanum.
Tølini, sum topplistarnir byggja á, eru fyri sølu í Rúsuni frá 1. juni og fram til 28. august.
***
Reyðvín
1. Abela Valley Cabarnet/Shiraz, 3 ltr
2. Caminos Cabarnet Merlot, 3 ltr
3. Riddersberg Cabarnet/Shiraz, 3 ltr
4. Vito Primitivo, 3 ltr
5. Gallo Family Cabarnet, 3 ltr
Hvítvín
1. Amadeus Blanco, 3 ltr
2. Montalto Catar./Chardonnay, 3 ltr.
3. Tabiso Chardonnay, 3 ltr.
4. Chill Out Chardonnay, 3 ltr.
5. Santa Rita 120, Sauvignon Blanco
Heitvín
1. Baileys Original Irish Cream, 70 cl
2. Baileys Original Irish Cream, 1 ltr
3. Southern Comfort, 70 cl
4. Millwood Whiskey Cream, 70 cl
5. Kahlua, 70 cl
Brennivín
1. Aalborg Taffel Akvavit, 70 cl
2. Smirnoff Vodka 37,5%, 70 cl
3. Commander Vodka, 70 cl
4. Drakkar Vodka, 70 cl
5. Baze Premium Vodka, 70 cl.
Øl
1. Føroya Bjór veðr fløska
2. Føroya Bjór gull fløska
3. Føroya Bjor gull 10 pk blikk
4. Føroya Bjór veðr 10 pk blikk
5. Føroya Bjór Veðrur blikk
6. Føroya Bjór Sterkur Veðrur blikk
7. Tubørg Grøn blikk
8. Føroya Bjór Classic fløska
9. Carlsberg Pilsner blikk
10. Føroya Bjór Classic 10 pk blikk
11. Carlsberg Sort Guld blikk
12. Føroya Bjór Gull blikk
13. Føroya Bjór Slupp fløska
14. Carslberg Elephant blikk
15. Okkara Klassik 10 pk blikk