Hetta kunnu vit ikki finna okkum í

Samgongan revsar tær kommunur, sum føra ein varnan fíggjarpolitikk, sigur borgarstjórin í Hvalba

- Hesum kunnu vit ikki finna okkum í.

Otto West, borgarstjóri í Hvalba, er í øðini inn á samgonguna í Løgtinginum.

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, hevur Skálavíkar Kommuna fingið eina millión krónur til at bøta um brimskaðan, sum grótkastið á havnarlagnum fekk í eini ódn síðsta vetur.

Í Hvalba fekk grótkastið á havnarlagnum eisini heilt stóran skaða, men Hvalbiar Kommuna fekk ikki eitt oyra í stuðuli úr landskassanum til at bøta um skaðan.

- Tað kom dátt við, ásannar borgarstjórin í Hvalba.

- Vit kunnu ikki finna okkum í, at landið ger so stóran mismun á tveimum kommunum, sigur Otto West, borgarstjóri.

Hann sigur, at skaðin á grótkastið í Hvalba var fleiri ferðir so stórur, sum skaðin í Skálavík, men kortini fáa hvalbingar ikki eitt klovið oyra.

- Tað sær av álvara út til, at landsins myndugleikar revsar tær kommunur, sum føra ein varnan fíggjarpolitikk, sigur hann.

- Tað sær út til, at bara tí, at vit hava ført ein varnan fíggjarpolitikk og hava lagt pening til síðis, skulu vit onki fáa.

Borgarstjórin í Hvalba heldur, at hetta er sanniliga ikki serliga eggjandi og slíkari framferð kunnu tey ikki finna okkum í, heldur hann.

Tí ivast hann ikki í, at Hvalbiar Kommuna fer at taka málið upp aftur

Arbeitt hevur verið í alt summar at gera grótkastið aftur og tað er eitt arbeiðið, sum kostar Hvalbiar kommunu átta milliónir, umframt mvg.

Men so nógv hevur kommunan ikki ráð at fíggja ísenn og tískil verður útreiðslan goldin upp á trý ár og tað førir ein eykakostnað við sær, so tilsamans kostar brimskaðin í Hvalba kommununi 11 milliónir.