Føroyska landsliðið skal í kvøld spæla móti Kosovo í einum søguligum venjingarlandsdysti. Hetta er fyrstu ferð, at Kosovo spælir ein landsdyst sum altjóða viðurkent fótbóltslandslið.
Greitt er hvussu føroyska landsliðið byrjar í dag. Gunnar Nielsen í mál, Gilli R. Sørensen, Odmar Færø, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen í verjuni. Á miðjuni eru Tróndur Jensen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen. Frammanfyri teir eru Kaj Leo í Bartalsstovu í vinstru, Sølvi Vatnhamar í høgru og Klæmint A. Olsen fremst.
Við støðið í venjingunum og samrøðunum við landsliðsvenjaran, so verður arbeitt við at skifta nakað soleiðis út, at liðið í seinna hálvleiki verður Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – René S. Joensen, Sølvi Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen, Gilli Sørensen – Finnur Justinussen og Páll A. Klettskarð.
Her er vert at býta merki í miðvallaraplássið við síðuna av Boga Reinert Petersen, har tað er óvist um tað verður Sølvi Vatnhamar, sum flytur inn á miðvøllin, ella um landsliðsvenjarin velur at halda Hall Hansson og møguliga Brand H. Olsen inni nakað inn í seinna hálvleik.
Eisini er tað ein nærmast kollvelting í føroyskum landsliðsfótbólti, at vit møguliga koma at spæla við tveimum áleyparum. Sum skilst, so er hetta aftur nakað, ið verður regulerað eftir gongdini og mótstøðuni.
Álopið broytt við Klæminti
Tað er stórur munur á spælistílinum hjá Jóan Símuni Edmundsson og Klæminti A. Olsen, ið byrjar inni í dag. Klæmint A. Olsen trívist væl við innleggum, og tí er ikki óhugsandi, at vit koma at sígga fleiri innlegg enn vanligt frá vengrunum og bakkunum, meðan vit ikki koma at halda so fast í bóltinum, sum Jóan Símun Edmundsson plagar.
Á miðjuni verður ein avbjóðing at vinna nóg nógvar bóltar, tí við Tróndi Jensen inni og Fróða Benjaminsen úti, so so aftur talan um stílbroyting. Móti Liktenstein riggaði tað væl. Nú fáa vit at síggja hvussu tað riggar móti helst væl sterkari mótstøðu.