Fráhaldsfelagsskapurin Blái Krossur hevur nú kært SMS fyri brot á rúsdrekkalógina, marknaðarføringslógina og góðan marknaføringarsið.
Hetta brotið hendi fyrr í mánaðinum, í sambandi við tiltakið "Móti og Vælvera 11", har ókeypis posar, við ymiskum í, vórðu lætnir teimum fyrstu 300 vitjandi. Trupulleikin var bert, at í posanum vóru eisini tvær fløskur av øli.
Bláikrossur vísir millum annað á, at ókeypis rúsdrekka í posanum og smakkiroyndir á staðnum, ikki hóskaðu seg til eitt slíkt vælveru-tiltak. Eru posarnir haraftrat lætnir til ung undir 18 ár, eins og bæði Bláikrossur og marknaðardeildin í SMS hava váttað, so er tað lógarbrot.
- Harafturat er ivasamt, um bryggjaríið hevði loyvi til at bjóða rúsdrekka ókeypis í eini almennari keypsstøð, har einki krav er til aldur hjá teimum vitjandi. Tað kann heldur ikki vera rætt, at lýst verður við, at eitt føroyskt bryggjarí bjóðar okkurt drekkandi, sum síðan vísir seg at vera smakkiroyndir av rúsdrekka, verður víst á.
Blái Krossur metti tí eisini, at hetta átakið var við til at flyta mørkini fyri marknaðarføring av rúsdrekka, og kærdi tí.
Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi í dag, viðgekk býlingsstjórin í SMS, Bogi Andreasen at hetta var óheppið, og var betur ógjørt.
Hann greiddi frá, at tey gjørdust varug við hetta, og byrjaðu tí at taka fløskurnar úr aftur posanum. Men tey rukku ikki at fáa alt innaftur.
- Men um børn undir 18 ár soleiðis fingu útflýggjað rúsdrekka, tað dugi eg faktiskt ikki at siga, vísti Bogi Andreasen á.