Hetta var dýrt keypt hjá javnaðarflokkinum

Enn einaferð er staðfest, at tey, sum siga seg umboða verkafólkið í politikki,altíð eru til reiðar at selja seg sjálvi fyri at varðveita maktina, heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag

Skattalættin
 -Hetta var dýrt keypt hjá javnaðarflokkinum.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er ógvuliga vónbrotin av, at samgongan, við javnaðarflokkinum á odda, samtykti skattalættan, soleiðis sum hann er orðaður.
Soleiðis sum skattalættin er snikkaður saman, verða tað tey vælbjargaðu, sum fáa nógv tann størsta skattalættan, samstundis sum tey tímaløntu fáa lítlan og ongan lætta.
Sostatt hevur samgongan, við javnaðarflokkinum á odda, staðfest, at stættarmunurin í Føroyum skal økjast enn meiri enn hann er, sigur Ingeborg Vinther.
Men hon sigur samstundis, at hon enn einaferð staðfestir, at tá ið tað kemur til stykkis, eigur verkafólkið ongan góðan í politikki.
­- Tá ið sonevndu arbeiðaraflokkarnir, javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin, sita í andstøðu, eru tey altíð fús at halda við verkafjøldini. Men so skjótt teir koma í samgongu, eru teir til reiðar at selja síni sjónarmið fyri at varðveita maktina.
­- Hetta høvdu vit ikki væntað at javnaðarflokkinum, sigur Ingeborg Vinther.
­Og tað, sum vit nú hava staðfest, er, at løgtingslimir og landsstýrislimir hjá javnaðarflokkinum hava givið sær sjálvum og hinum hágløntu í samfelagnum, ein skattalætta upp á 6000 krónur um árið, samstundis sum tey lágløntu verkafólkið fingu einar 800 krónur um árið.
­- Tað er væl javnað, heldur Ingeborg Vinther.
Men nú siga javnaðarmenn, at afturfyri skattalættan, hava teir fingið hinar flokkarnar at góðtaka, at samhaldsfasti eftirlønargrunnurin hækkar munandi. Er tað ikki eitt plástur á sárið?
­- Eg veit ikki. Vit taka altíð undir við, at bøtt verður um eftirlønarviðurskiftini. Men eg haldi, at samhaldsfasti var dýrt keyptur hjá javnaðarflokkinum. Vit droymdi ikki um, at prísurin fyri at hækka samhaldsfasta, eisini skuldi vera ein skattalætti til tey vælbjargaðu. Tað droymdu vit ikki um, at javnaðarflokkurin fór at góðtaka, sigur Ingeborg Vinther.
Vildi  tú kanska heldur, at samhaldsfasti ikki varð hækkaður, nú tú heldur at prísurin var so høgur?
­­- Tað vil eg ikki siga, tí tað er avgjørt tørvur á at bøta um eftirlønarviðurskftini. Men eg haldi, at javnaðarflokkurin hevur boygt seg alt ov langt, heldur Ingeborg Vinther.
 
Hava beint fyri trýpartasamráðingunum
Í aðrari grein um skattalættan, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, at hetta vísir, at tað nú er meiri neyðugt enn nakrantíð við trýpartasamráðingum.
Hinvegin heldur Ingeborg Vinther, at við skattalættanum hevur landsstýrið beint fyri øllum møguleikum fyri trýpartasamráðingum.
- Soleiðis sum landsstýrið hevur borið seg at, ber als ikki til at tosa um trýpartasamráðingar. Við at geva lágløntum 800 krónur í skattalætta og sær sjálvum 6000 í skattalætta, hava tey tikið grundarlagið undan trýpartasamráðingum.
Nú er tað ongin loyna at tú hevur stuðlað javnaðarflokkin. Er hetta at ganga verkafólki so nær, at at tú fer at umhugsa tína støðu í flokkinum?
­- Tað havi eg als ikki tikið støðu til ella umrøtt yvirhøvur!
Ingeborg Vinther staðfestir kortini, at øll hesi seinastu árini er stættarmunurin alsamt øktur í Føryum, tí lønarhækkingar verða altíð roknaðar í prosentum.
Og 10% í lønarhækking av eini høgari inntøku er nógv meir enn 10% av eini lágari inntøku.
- Nú kemur so skattalættin og gevur háginntøkum stóran skattalætta og sostatt økist stættarmunurin enn meir.
Men um hetta fer at ávirka lønarsamráðingarnar í vár, veit hon ikki.
­- Arbeiðarafeløgini fara at tosa saman um, hvussu tey skulu fyrihalda sær í samráðingunum við  arbeiðsgevararnar, um tey skulu samráðast saman og, hvørji feløg skulu samráðast saman. Og tá fara vit eisini at tosa um lønarkrøvini og fyrrenn tá, ber ikki til at siga nakað um lønarkrøvini.