Hetta varð ein dýr søga hjá einum bilførara í Klaksvík

Mitt í nátt varð ein bilførari tikin og fer at svíða hjá honum

Ein dýr søga hjá bilførara í Klaksvík

 

Mitt í nátt varð ein bilførari tikin og fer at svíða hjá honum

 

Í nátt varð løgreglan á ferð norðan fyri og í tí sambandi steðgaðu tey einum bili í Klaksvík. 

Tá ið tey kannaðu bilføraran vísti tað seg, at hann hevði drukkið meiri enn gott er, tá ið ein koyrir bil, so hann varð førdur til lækna, sum tók eina blóðroynd av honum.

Men tá ið løgreglan so kannaði málið gjølligari, vísti tað seg, at bilførarin hevði heldur einki koyrikort, tí tað hevði hann mist fyri ikki so langari tíð síðani.

Sostatt er hann bæði skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, og fyri at koyra í frádømingartíðini og tað verður honum ein dýr søga, tí hann fær eina stóra bót, umframt at vandi er fyri, at ikki dagurin fyri, nær hann kann taka koyrikortið aftur, verður útsettur.