Hetta var størsta bátastevnutiltak nakrantíð

- Vit høvdu 2500 atgongumerki til sølu til vaksin, og hesi vórðu øll seld, sigur Jónfinn Egilsnes, sum er sera væl nøgdur við undirtøkuna.

Tað var Magni Blástein í bátinum Blástein, sum skipaði fyri siglingini av Fútakletti inn á Vestmanna.

Tað eru 20 ár í ár, síðan bátastevnan í Vestmanna varð hildin fyrstu ferð.

 

Nógv varð gjørt burtur úr um vikuskiftið, nú stevnan aftur varð hildin - ikki bara tí, at 20 ár er eitt runt tal, men eisini tí, at hetta er fyrsta árið, at tiltakið er aftur sum vanligt eftir tvey ár við koronu.  

 

- Hetta er størsta bátastevnutiltak í Vestmanna nakrantíð. Vit høvdu 2500 atgongumerki til sølu til vaksin, og øll vórðu seld. Her varð eisini útselt, bæði til bátar og kampingvognar, men vit fingu so eisini nøkur avboð.

 

Tað sigur Jónfinn Egilsnes, sum er ein av fyrireikarunum av bátastevnuni í Vestmanna.

 

Hann heldur, at tá siglt varð av Fútakletti undir Vágalandinum og inn á Vestmanna, vóru millum 150 og 200 bátar í fylginum. 

 

Okkurt av teimum fyrru árunum var eisini eitt velduga stórt tal av bátum við í siglingini inn á Vestmanna, men tá tikið verður saman um tiltakið sum heild, varð bátastevnan hesaferð hin størsta nakrantíð.

 

- Vit høvdu pláss fyri 110-115 bátum við brúgvarnar og umleið 90 kampingvognum. Vit eru stak væl nøgd við undirtøkuna. Longu hósdagin og fríggjadagin var nógv fólk í Vestmanna, og leygardagin og leygarkvøldið var fult hús.

 

Í ár høvdu fyriskipararnir fingið nakrar bátabrúgvar aftrat, eini 20-25 pláss tilsamans, soleiðis at samlaða talið av bátum, sum kundu liggja við brúgvarnar á bátastevnuni, var millum 110 og 115. 

 

- Nú eru vit væl í gongd við at rudda av. Tjøldini vórðu tikin niður longu í gjár, og í dag fara vit at fáa bingjur og annað upp á pláss. Bátabrúgvarnar skulu eisini takast upp aftur, og tað fara vit at gera í morgin.

 

Jónfinn Egilsnes sigur, at tey eru mong, sum taka eina hond í, og tey eru mong, sum á ymiskan hátt lyfta undir stóra tiltakið, sum bátastevnan í Vestmanna er.

 

- Tiltakið krevur nógvar hendur, bæði við fyrireikingum, tilrigging, og nú vit skulu rudda alt av aftur. Vit fáa bæði nógva og góða hjálp til alt tað, sum skal gerast, sigur hann.

 

##med2##

 

 

 

Tað var Magni Blástein í bátinum Blástein, sum skipaði fyri siglingini av Fútakletti inn á Vestmanna.

Veðrið leygardagin var gott í Vestmanna, og tað var lagið á bátafólki eisini.