Tað hevur verið langt millum sólstrálurnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Burtursæð frá 4-0 heimasigrinum ímóti Andorra 31. mai, so hevur tað gingið illa við málskjótingini, og tað hevur verið heilt langt millum sigrarnar.
Í gjár var ein av bestu summardøgunum í ár, og tá eydnaðist tað kvinnulandsliðnum at vinna ein tann søtasta sigurin yvirhøvur.
Hann varð vunnin í Nations League dysti á Tórsvølli ímóti Montenegro, sum 9. apríl vann 5-1 heimasigur ímóti Føroyum.
Tað er stórur fagnaður í føroysku leguni um 2-1 heimasigurin, nú dysturin verður eftirmettur, og nú tær eru farnar undir fyrireikingarnar til næsta dystin í hesum umfarinum. Hann verður týsdagin í Andorra.
Heilt hugaligt er tað í eftirrákanum av glæsiliga sigrinum at staðfesta, at leikliga avrikið var tað besta, sum landsliðið yvirhøvur hevur víst. Fríggjadagurin 12. juli 2024 fer at verða minstur fyri, at tá var stóra gjøgnumbrotið hjá kvinnulandsliðnum.
Tað hevur verið arbeitt við tí í langa tíð, uttan at tað er eydnast serliga var , men nú er tað hugaligt at staðfesta, at í dag var tað bæði tyngd og broddur í álopsspælinum.
Uppstillingin var øðrvísi, enn hon hevur verið, taktiska tilvitanin var fín, og bæði í verju og álopi vóru avgerðirnar skilagóðar og mistøkini so nógv førri, enn tey hava verið. Tí var 2-1 sigurin uppiborin, og tær á liðnum hjá Montenegro vóru vónbrotnar.
Í álopinum vóru hesaferð tveir spælarar, og Heidi Sevdal og Ásla Johannesen arbeiddu sum svakar sum fremstu verjuspælarar, og tær megnaðu aftur og aftur at seta mótstøðuverjuna undir trýst.
Fridrikka Klementsen, sum legði øgiliga nógv fyri, Sanna Svarvadal, sum av álvara er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg, og skilagóða Eyðvør Klakstin mannaðu miðvøllin. Í miðverjuni var Sunniva Willemos hesaferð saman við Brittu Ryan og Tórunn Højgaard Joensen, og so áttu Lea Lisberg og Jensa Tórolvsdóttir stóran leiklu á vongverjunum.
Valborg Østerø var millum stólparnar, og ta einu ferðina hevði hon dystaravgerandi bjarging.
Talan var fyrst og fremst um liðavrik, og tað var hugaligt at staðfesta, at liðið ikki viknaði í seinna hálvleiki, tá ið fýra skiftingar vóru gjørdar.
Heidi Sevdal legði Føroyar á odda, tá ið hon í 19. minutti og av brotsteigarmarkinum hegnisliga legði bóltin upp í málhornið. Skot fyri bógvin var tað, tá ið Montenegro bara tríggjar minuttir seinni javnaði til 1-1 eftir hornaspark.
Føroyska liðið reisti seg, og so var tað í 32. minutti, at Føroyar skoraðu 2-1 sigursmálið. Sum so ofta í hornasparksstøðu eydnaðist tað at varðveita trýstið, og tá ið Jensa Tórolvsdóttir fekk bóltin og sneiddi inn frá vinstru, smekkaði hon til úr 22 metrum, og bólturin fór dygst inn undir samankomingini.
Øgiligur fagnaður í góðveðrinum, og hóast gestirnir royndu og royndu, so varðveitti føroyska liðið verjuskipanina og bjóðaði av í framrættaða partinum.
-Hesum hava vit arbeitt nógv og hart fyri. Vit fylgdu øllum ætlanunum alla tíðina, og eg eri erri av avrikinum hjá spælarunum, segði venjarin Signe Pries Andersen.
Heidi Sevdal var á landsliðnum fyri 87. ferð, og hon skoraði mál nummar 27 á landsliðnum:
-Vit hava tapt síðsta árið tvær ferðir stórt á útivølli ímóti Montenegro, og vit hava veriuð vónbrotnar, tá ið vit á heimavølli hava tapt tepurt ímóti teimum. Nú vaskaðu vit vónbrotini burtur, og nú eru vit spentar upp á næstu uppgávuna, segði Heidi Sevdal, sum eigur bæði dystarmet og málmet á landsliðnum.
##med2##
Føroyar – Montenegro 2-1 (2-1)
1-0: Heidi Sevdal 19.
1-1: Armisa Kuc 22.
2-1: Jensa Tórolvsdóttir 32.
Dómarar úr Norra: Emilie Torkelsen, Monica Lokkeberg, Tomke Kathrin Poppen og Karoline Marie Jensen (4. dómari)
Føroyar: Valborg Østerø – Lea Lisberg (Julia Naomi Mortensen, 69.), Sunniva Willemos, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen, Jensa Tórolvsdóttir – Fridrikka Klementsen (Anna Brændstrup, 94.), Sanna Svarvadal (Rúna Jacobsen, 69.), Eyðvør Klakstein – Heidi Sevdal (Petra Hoydal, 61.), Ásla Johannesen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Óluva Allansdóttir Joensen, Gunnvá Lützen, Malena Olsen, Rebekka Benbakoura. Mona Rasmusardóttir, Tóra Mohr, Anna Katrina Mikkelsen, Durita Hummeland
Gult kort: Ásla Johannesen, Julian Naomi Mortensen, Petra Hoydal
Venjari: Signe Pries Andersen
##med3##