Hetta var sum jólaaftan hjá Bill

Klæmint A. Olsen legði eftir verjukiks NSÍ á odda, men tað eydnaðist B36 at svara aftur

Tað endaði 1-1, tá ið NSÍ við Bill Jacobsen á odda var á vitjan í Gundadali hjá B36.

Klæmint A. Olsen legði beinanvegin NSÍ á odda, tá ið hann eftir verjukiks varð púra leysur. B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen var óheppin, og so takkaði Klæmint fyri og skoraði sjeynda málið higartil í ár.

-Mathias Thrane sá kanska ikki, hvar eg var staddur, og tá ið eg royndi eftir bóltinum gleið eg, og so var Klæmint leysur og skoraði. Nú hava vit tríggjar tær seinastu ferðirnar spælt 1-1 ímóti teimum her í Gundadali. Allar tríggjar ferðirnar hava vit verið greitt omaná, og heldur enn eitt stig til teir, so áttu vit at vunnið trý í øllum dystunum, sigur B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen.

B36 venjarin Dan Brimsvík harmast vegna áskoðararnar:

-Eg skilji ikki, at vit bara hava eitt stig við okkum av vøllinum. Vit góvu teimum beinanvegin eitt mál. Gávan var so stór, at eg ímyndi mær, at Bill og NSÍ kendu tað sum at vera jólaaftan, og tað kendist at vera øgiliga frustrerandi, tí vit vóru greitt omaná. Vit høvdu fatur á spælinum, men vit eru vónbrotnir, at vit ikki megnaðu frægari úrslit enn 1-1 frammanfyri okkara áskoðarum, tá ið vit nú høvdu tað mesta av spælinum.

Men Uros skoraði loksins?

-At hann fór at skora við at stúta bóltin í málið, høvdu vit roknað við, tí vit vita, hvat hann megnar, og í vikuni hava vit arbeitt nógv við at fáa tað at rigga við honum sum fremsta manni, staðfestir B36 venjarin Dan Brimsvík í samrøðu við Sjúrð Hoydal hjá FM1.

Nýggi NSÍ venjarin Bill Jacobsen var væl nøgdur við avrikið og úrslitið:

-Okkara menn vístu fínan hugburð, og tað bar eitt stig við sær. Tað eri eg stak væl nøgdur við. Vit hava bara havt fýra venjingar at fyrireika okkum saman. Tá ið havt verður í huga, at lagið kanska ikki hevur verið heilt so gott síðstu tíðina, so er hetta góð útgangsstøða, nú vit eru á fjórða plássi og fara undir langa endaspurtin, sigur NSÍ venjarin.

B36 – NSÍ 1-1 (1-1)

0-1: Klæmint A. Olsen 4.

1-1: Uros Stojanov 36.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Sebastian Pingel (Bjarki C. Nielsen, 80.), Ragnar Samuelsen (Hugin Samuelsen, 64.), Mathias Thrane, Hannes Agnarsson –– Andrass Johansen (Hákun Edmundsson, 87.), Uros Stojanov

Gult kort: eingin

Venjari: Dan Brimsvík

NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Tróndur Jensen, Rógvi Egilstoft – Jakob Trenskow (Mikkel Elbæk Jakobsen, 71.) Betuel Hansen (Jørgen Nielsen, 59.), Aron Knudsen (Mórits Heini Mortensen, 84.) – Klæmint A. Olsen

Gult kort: eingin

Venjari: Bill Jacobsen