Hetta verður eitt spennandi kappingarár

At døma eftir fyrstu koyringini í hesum formel 1 kappingarárinum, so verður sera tøtt kapping í oddinum í ár

Formel 1

Fyrsta formel 1 koyringin vísti tað, ið øll væntaðu, áðrenn kappingarárið byrjaði. Fýra lið eru við í stríðnum um heimsmeistaraheitið. Renault, Ferrari, McLaren og Honda hava øll bilar, ið fara at berjast um ovastu plássini í heimsmeistaraheitinum
Kappingin var tøtt, og tað er ikki lætt at meta um favorittar. Michael Schumacher og Fernando Alonso tyktust sera javnir alla koyringina. Schumacher byrjaði fremstur og Alonso endaði fremstur, men alla tíðina lá tann eini í hølunum á hinum. Juan Pablo Montoya í McLaren-Mercedes megnaði ikki heilt at avbjóða teimum, men liðfelagin Kimi Räikkönen koyrdi framúr væl og fekk triðja pláss. Hetta boðar frá einum sterkum McLaren Mercedes. Jenson Button í Honda fekk eina ringa byrjan og kom aftan á pittsteðgirnar út aftan fyri truplum kappingarneytum. Tí fór so nógv tíð við at berjast um 3. og 4. plássið, at hann slapp ikki veruliga upp at avbjóða hinar. Men bilurin tyktist nóg skjótur.
Sermerkt var, at liðið við størstu kostnaðarætlanini í formel 1 Toyota alla koyrigina lá og bardist um aftastu plássini. Toyota var uttan iva størsta vónbrotið í Bahrain, koyrarnir fingu bert 14. og 17. bestu tíðina í tíðarkoyringini leygardagin, og nógv reyð oyru munnu vera á Toyotaverksmiðjuni í dag. Tí í sjálvari koyringini var úrslitið líka pínligt, Ralf Schumacher og Jarno Trulli endaðu á 14. og 16. plássi.
Jaligasta uppliving gjørdist uttan iva Williams-Cosworth, við Mark Webber á 6. plássi og Nico Rosberg á 7. plássi í síni fyrstu formel 1 koyring. Eingin hevði væntað nógv av liðnum í ár, so hetta úrslit er sera sannførandi.
Hetta boðar alt frá einum spennandi kappingarárið, og enn tora vit ikki at gita um, hvør eigur heimsmeistararheitið, tá árið er av.