Í fjør vóru tær almennu útreiðslurnar í Føroyum 11,7 milliardir krónur. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, har tey hava sett upp, hvat inntøkurnar av skatti verða brúktar til. Í uppgerðini sæst, hvussu tað almenna brúkar pengarnar til almannavernd, heilsumál, útbúgving og onnur virkisøki. Í útgreiningini av útreiðslubýtinum sæst m.a., at slakar tvær milliardir av útreiðslunum fóru til tað økið, sum eitur »aldurdóm«.
Hagstovan sigur, at eftir at almennu útreiðslurnar hækkaðu nógv hesi seinastu árini, minkaðu tær aftur í fjør. Sostatt vóru almennu útreiðslurnar stívliga tvey prosent minni í fjør enn tær vóru í 2020. Sum sagt vóru almennu útreiðslurnar 11,7 milliardir krónur í fjør og tað er ein er ein fjórðings milliard minni enn í 2020.
##med2##
Almennu útreiðslurnar kunnu býtast á tíggju ymiskt virkisøki. Størsta virkisøkið er »almannavernd«, og í fjør vóru útreiðslurnar til hetta økið næstan 4,2 milliardir krónur. Útreiðslurnar til «búskaparviðurskifti« og »heilsa« vóru ávikavist 1,9 og 1,8 milliardir krónur.
##med3##
Ein partur av virkisøkinum »búskaparviðurskifti« er flutningur, sum eru 70 prosent av hesum útreiðslunum.
##med4##
Uppgerðin vísir eisini, at Føroyar brúka ein minni part av útreiðslunum til almannavernd enn tey gera í Danmark og Noregi. Næstan 36 prosent av almennu útreiðslunum í Føroyum fara til almannavernd. Í Danmark og Noregi brúka ávikavist 42 og 39 prosent av útreiðslunum til almannavernd – men íslendingar brúka bara 27 prosent av útreiðslunum til almannavernd.
##med5##
Upp á bara seks ár eru útreiðslurnar til eldraøkið, sum kemur undir virkisøkið »aldurdómur«, hækkaðar meiri enn 50 prosent. Útreiðslurnar til eldraøkið vaksa munandi skjótari enn aðrar almennar útreiðslur, tí sama tíðarskeiðið eru almennu útreiðslurnar vaksnar 40 prosent tilsamans.
Í høvuðsheitum fevna útreiðslurnar í bólkinum »aldurdómur« um eftirlønir og fólkapensjón, umframt útreiðslur til eldrabústaðir og eldrarøkt.
##med6##
Á myndini omanfyri sæst, at ein stórur partur av útreiðslunum til »aldurdóm« flytur í 2015, tá ið kommunurnar yvirtóku eldraøkið. Tað sæst, at frá 2015 eru útreiðslurnar hjá kommununum nógv hækkaðar
Samanborið við onnur Norðurlond brúka vit nógvan pening upp á økið, sum eitur »flutningur«. Útreiðslurnar fara serliga til vegir, tunnlar og undirsjóvartunlar. Strandferðsla og tyrlutænasta eru eisini partur av virkisøkinum »flutningur«.
Í Danmark verða einans trý prosent av útreiðslunum brúkt til virkisøkið »flutningur«, men í Føroyum fara meira enn ellivu prosent av útreiðslunum til hetta virkisøkið og okkurt árið hava tær verið heili 14 prosent. Í Noregi og Íslandi er »flutningur« eini seks prosent av útreiðslunum.