- Tingini broytast skjótt, og tað er nógv broytt bara í stívliga eitt ár, síðan eg fór at arbeiða við byggiverkætlanini á Óðinshædd. Dýrkingin av verkætlanini í hesum tíðarskeiði er stívliga 25 prosent.
Tað sigur Jóan Petur Vang, byggimeistari, sum herfyri fekk byggiloyvi frá Tórshavnar kommunu til eitt hotell á Óðinshædd í Havn, har hann eigur eitt grundstykki, sum liggur í vinnuøki.
Jóan Petur Vang hevur seinnu árini framt fleiri stórar byggiverkætlanir, bæði innan íbúðarbygging og aðra bygging.
Ein av stóru verkætlanunum hjá honum var nýggi skúlin við ítróttarhøll á Oyrarbakka, sum stóð liðugur nøkur fá ár herfyri.
Størsta íbúðarverkætlanin hjá byggimeistaranum og samstundis Føroya størsta einstaka íbúðarverkætlan er á Fløtum í Havn, har Jóan Petur Vang byggir 111 íbúðir í fýra lonum.
Tað hevði verið nærliggjandi hjá byggimeistaranum at bygt íbúðir á Óðinshædd, men við tað, at grundstykkið liggur í vinnuøki letur hetta seg ikki gera – ikki uttan so, at byggisamtyktin fyri økið hevði verið broytt.
Men, tað er ikki hetta, sum liggur í kortunum nú.
##med2##
Nú hevur Jóan Petur fingið byggiloyvi til bygging av hotelli í trimum hæddum, og talið av kømrum verður 89. Hóast dýrkingar, er byggiverkætlanin í Óðinshædd ikki slept.
- Men, eg havi valt at bíða til fyrst í komandi ári, áðrenn eg taki endaliga avgerð um verkætlanin, staðfestir Jóan Petur Vang.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, er stórt vinnutema, og her verður eitt nú skift orð við timburmeistaran á Oyrarbakka um verkætlanina við hotellinum.