Hevði 13 cm langan orm í eyganum

Nú um dagarnar fór ein eldri maður í India til læknan og kærdi seg um pínu í øðrum eyganum. Maðurin kærdi seg um, at hann hevði havt ilt í tvær vikur, og at eygað var reytt.

Tá læknin kannaði eygað nærri, sá hann ein langan orm innan fyri eygað. Læknin skar eitt lítið hol á slímhinnuna og tók ormin, sum vísti seg at vera heilar 13 centimetrar langur.

-Eg havi verið lækni í 30 ár, og eg havi ongantíð sæð nakað tílíkt fyrr, sigur læknin við fronsku tíðindastovuna AFP. Hann sigur seg hava hoyrt um slíkar ormar fyrr, men teir hava verið millum tveir og tríggjar centimetrar til longdar, sigur hann.

Tann langi ormurin er nú sendur á eitt sjúkrahús til kanningar, skrivar AFP.