“Tú mást hava etið seym...”!
Soleiðis hava vit hoyrt fólk siga um onkran, sum hevur gjørt okkurt heilt løgið – ella hevur havt ætlanir um at gera okkurt serstakt.
Ein heilt ótrúlig søga verður í løtuni borin úr India, og tað eru fleiri stórir miðlar, sum bera søguna, eitt nú SWNS, Daily Mail og The Times of India.
Talan er um ein 48 ára gamlan sálarsjúkan mann í Calcutta-økinum í India, sum í eina longri tíð regluliga hevur etið stórar nøgdir av seymi, harav fleiri vóru meira enn fimm sentimetrar langir. Haraftrat hevði maðurin eisini etið mold.
Tá hann umsíðir varð lagdur undir skurð, vísti tað seg, at hann hevði ikki færri enn 639 seymir í maga og tarmum. Eftir at hava spýð og roynt at spýggja, var maðurin lagdur inn á sjúkrahús í Calcutta.
Hann gramdi seg eisini um nógva pínu í maganum, og tá læknarnir røntgen-kannaðu mannin, vísti tað seg, at hann hevði stórar nøgdir av seymi í maga og tarmum.
Skurðviðgerðin tók tveir tímar, og tað var við magneti, at læknarnir tóku seymirnar úr maga og tarmum - og reinsaðu hann fyri mold.
Tað var læknin, Siddhartha Biswas, sum framdi skurðviðgerðina, og hann sigur, at nógvir av seymunum vóru meira enn fimm sentimetrar langir.
- Men, lukkutíð høvdu allir hesir mongu seymir ikki gjørt so ógvuliga stóran skaða á maga og tarmar, sjálvt um har vóru nógvar rivur, sigur læknin.