Fyri løtu síðani vóru nógvar sirenur at hoyra í Havnini og brandbilar, og onnur neyðsendarakfør, fóru skundandi ígjøgnum býin.
Men løgreglan sigur, at tað hevði einki upp á seg.
Onkur hevði boðað frá eldi, men tá ið samanum kom, var bara talan um ein skorstein, sum var vorðin ov heitur av einum brenniovni.
Men talan var ikki um opnan eld, so alarmurin varð avblástur aftur beinanvegin.