Hevði ilt í búkinum og gav avboð

Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var føroyski landsliðsspælarin í Vejle ikki á liðnum

Higartil í ár hevur Viljormur Daviden verið á liðnum hjá Vejle í øllum átjan dystunum í landskappingini.

Ætlanin var, at føroyski landsliðsspælarin aftur í dag skuldi vera millum teir fyrstu ellivu, tá ið Vejle hevði vitjan av Brøndby.

Men stutt undan dystarbyrjan noyddist føroyski landsliðsspælarin at taka seg aftur. Hann var so plágaður av búkilsku, at tað ikki bar honum til at spæla, og tískil var hann hvørki millum teir fyrstu ellivu ella á beinkinum.

 

6.994 áskoðarar møttu upp í vetrarkuldanum, og í fyrra hálvleiki var lagið gott í heimaleguni. Vejle legði seg framum, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir, og leiðslan helt, inntil tað varð farið undir seinna hálvleik. Tá ið ein tími var farin, var Brøndby IF frammanfyri 2-1, og soleiðis endaði dysturin.

 

Vejle er næstaftast við sekstan stigum. Nítjan umfør eru farin. Síðsti dysturin undan vetrarsteðginum verður leygardagin, tá ið Vejle skal spæla í Randers.