Hevði ongan møguleika bjarga lívinum

Umstøðurnar vóru so óhepnar sum hugsast kunnu, tá ið ein maður doyði av ferðsluvanlukku í gjáramorgunin

Tað var so óheppið, sum tað kundi vera, tá ið ein maður doyði í eini ferðsluvanlukku í Havn klokkan hálvgum sjey sunnumorgunin.

Maðurin gekk á gongubreytini, men kortini varð hann yvirkoyrdur og

So hóast tann 55 ára gamli maðurin gekk, har hann átti at ganga, slapp hann ikki undan, tá ið ein bilur koyrdi upp á gongubreytina og rakti hann so meint, at hann doyði á staðnum.

Maðurin hevði koyrt hýruvogn um náttina og hevði júst sett bilin til tann, ið skuldi yvirtaka koyringina og skuldi spáka sær til hús, tá ið vanlukkan hendi.

Vanlukkan hendi á Marknagilsvegnum, ella Ringvegnum, beint við íbindingina í Dalavegin.

Ein bilur kemur koyrandi norður eftir Ringvegnum, tá ið førarin av onkrari orsøk missur tamarhaldið á bilinum.

Tað er greitt, at bilurin rakar “oynna” mitt á vegnum og fer slongjandi yvir í vinstru síðu, har hann rakar mannin á norðaru gongubreytini.

Eftir ákoyringina, fer bilurin fer bilurin víðari eftir ringvegnum, framvegis uttan at førarin hevur tamarhald á honum og síðani fer hann omanum aftur vegnum og útav í niðaru síðu og oman í bøin.

So hóast løgreglan ikki enn veit, hví førarin misti tamarhaldið á bilinum, metir hon í øllum førum, at ferðin hevur verið í meira lagi.