Óli Johannesen. Fastur liðskipari undir Henrik Larsen og metmaður á landsliðnum segði soleiðis um nú fyrrverandi landsliðsvenjaran:
- Henrik hevur fyrst og fremst hildið fast um linjuna, sum Allan Simonsen byrjaði. Nevnliga at vit støðugt skuldu arbeiða við at fáa meira spæl, tá vit høvdu bóltin.
- Og so hevur hann alla tíðina trúð upp á okkum. Eisini hóast úrslitini ikki alla tíðina hava verið so øgiliga góð. Tað hevur havt við sær, at vit eisini støðugt hava arbeitt eftir hansara leisti, og tann eginleikin er helst tann allar besti hjá Henrik.
- Hartil hava venjingarnar verið fínar, og sum heild hevur alt verið gott. Somikið gott, at eg ikki kann siga nakað keðiligt um Henrik Larsen sum landsliðsvenjara.