Hevur gingið eftir ætlan hjá Fiskiveiðieftirlitinum

- Vit hava tíbetur ikki havt nakrar serligar eykaútreiðslur í ár av skipunum, og tí hevur eisini heystið gingið eftir teirri ætlan, sum vit hava lagt, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum

Um hesa tíðina í fjør var nógv skriving um, at skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum, Tjaldrið og Brimil, lógu bundin á Skála ein stóran part av tíðini, tí peningur var ikki til olju – uttan til tær mest neyðturviligu uppgávurnar.
Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at í fjør hevði stovnurin vónað at fingið eina eykajáttan, soleiðis at skipini kundu sigla meiri.
- Vit høvdu eisini onkrar skaðar í fjør, sum máttu gerast, og sum saman við dýru oljuni tyngdu um raksturin av skipunum. Men higartil í ár hava vit verið meiri heppin, og ætlanin hevur hildið.
Elmar Højgaard sigur, at tað hevur soleiðis eydnast at hava virksemi koyrandi, og hann vónar, at eingi óhapp verða við skipunum tað, ið eftir er av árinum.

Veðrið tarnar
Nú veðrið hevur verið so óstøðugt, og ódnarveður hevur herjað um land og havleiðir, hevur lítið virksemi verið úti á fiskifeltunum.
Uppisjóvarskipini eru liðug við sína kvotu undir Føroyum, men ísfiskaskipini fara at royna fram til seinasta søludag hjá Fiskamarknaði Føroya – og so leingi, sum virkini hava stundir at arbeiða fiskin undan fyri jólahøgtíðina.
Millum jól og nýggjár er vanliga lítil fiskiveiða undir Føroyum, men tó so plaga onkur ísfiskaskip at loysa.
Í fjør loystu hvalbiartrolararnir, Hamranes og Breiðanes, og gjørdu ein stuttan og góðan upsatúr undir Føroyum.
Teir løgdu veiðina upp til TG Seafood í Hvalba, har besti upsin fór fyri einar 12 krónur fyri kilo.